228 tons fyri 3,3 miljónir

Fiskamarknaður Føroya seldi í dag sløk 228 tons av fiski fyri góðar 3,3 miljónir krónur. Tað gevur ein samanlagdan miðalprís fyri øll fiskasløgini á 14,64 krónur fyri kilo.

Størstu einstøku nøgdirnar vóru toskur, umleið 100 tons tilsamans. Mest var av toski 2, góð 35 tons tilsamans, sum fóru fyri miðalprísin 17,96 krónur fyri kilo.

Eini 10 tons av hýsu vórðu eisini seld í morgun, og her var besti miðalprísur, sum var fyri ta størstu hýsuna, 14,32 krónur fyri kilo. Góð 5,7 tons vóru av hýsu 2, sum fekk miðalprísurin 12,70.

Sløk 40 tons vóru av brosmu, og her var besti miðalprísur 7,76 krónur fyri kilo. 35,2 tons blálongu fingu miðalprísin 11,62.

Eini 14 tons vóru eisini av havtasku, og besti miðalprísur her var 33,80 krónur fyri kilo.