Væl av fólki var samankomið til hátíðarløtuna í ítróttarhøllini á Hálsi tíðliga í kvøld, tá seinasta skotið í Eysturoyartunlinum varð latið av. Tað var ikki mett at vera ráðiligt at lata so nógv fólk vera inni í tunlinum, tá skotið - eitt tons av dynamitti - varð latið av.
##med2##
Tí fór landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, teir 5.274 metrarnar inn í tunnilin saman við hjálparfólki at lata skotið av. Á stórskíggja kundu øll, sum vóru í ítróttarhøllini til hátíðarløtuna í kvøld, bæði síggja og hoyra skotið smella.
Tað var Bergur Poulsen, nevndarformaður í P/F Eystur- og Sandoyartunlar, sum bjóðaði vælkomin, og síðan helt landsstýrismaðurin, Heðin Mortensen, eina røðu, áðrenn leiðin gekk inn í tunnilin.
##med3##
Niklas Foldbo, sum hevur verið partur av flestu tunnilsbyggingum í Føroyum og var ein av íverksetarunum av Eysturoyartunllinum, hevði eisini nakrar hugleiðingar um tilgongdina til undirsjóvartunnilin, sum nú er liðugt boraður og sprongdur.
Nógv fólk var til hátíðarløtuna, og her vóru bæði fólk úr miðstaðarøkinum, eysturoyingar og fleiri úr Sandoynni, sum nú bíða spent eftir, at borurin verður settur í fyri Sandoyartunlinum - hesum megin summarfrítíðina.
##med4##
Í sínari frásøgn segði Bergur Poulsen eitt nú, at 2.250 skot eru latin av í byggingini av Eysturoyartunlinum, og hvørt einasta skot hevur verið spennandi, tí tú visti ongantíð, hvat er fyri framman.
- Sjálvandi hava vit jarðfrøðisligar kanningar, men tað er nú einaferð soleiðis, tá tú arbeiðir niðri í undirgrundini, at tú veitst einki við fullari vissu, tí eingin hevur verið her áður, segði Bergur Poulsen.