2200 fermetrar á Giljanesi

Full ferð er sett á arbeiðið hjá bygginevndini, sum arbeiðir við at fyrireika byggingina av nýggja skúlanum á Giljanesi.

Beint eftir summarfrítíðina skrivaði Albert Ellefsen borgarstjóri í Vága Kommunu undir sáttmála um projekteringsarbeiði.

Projekteringin er komin so mikið áleiðis, at fyrsti parturin verður boðin út um ársskiftið.

- Móti sumri verður byggiarbeiðið fyri fyrsta byggistig boðið út, upplýsir Emmy Joensen (myndin) forkvinna í bygginevndini.

Fyrsta byggistig fevnir um góðar 2.200 fermetrar, meðan samlaða byggingin verður um 3.300 fermetrar.