Setanartilgongdin byrjar í næstu viku, sigur Símun Gullaksen, ið er formaður í Búnaðargrunninum.
Eingin tíðarætlan er fyri tilgongdina, men formaðurin vónar, at starvið verður sett skjótast gjørligt.
Síðani Regin I. Jacobsen tók við starvinum sum stjóri í Vága Floghavn 1. desember í fjør, hevur Símun Gullaksen verið virkandi stjóri.