22 tons av grønlandsísi komin til Dubai

- Hesi mongu tonsini av ísi skulu seljast til úrvaldar matstovur, vita lokalir miðlar at siga.

 

22 tons av gørnlandsísi eru komin til Dubai eftir ein siglitúr á 20.000 kilometrar, sum svarar til umleið 11.000 sjómíl.

 

Tað er felagið, Arctic Ice Aps, sum stendur fyri útflutninginum av ísinum, og nú er ætlanin, at ísurin skal seljast úrvaldum matstovum í býnum.

 

Ávísin, Khaleej Times, sum skrivar á enskum og verður givin út í Dubai, skrivar eisini um grønlandsísin.

 

Dubai liggur í Sameindu Arabisku Emiratunum, og her er býurin eisini høvuðsstaður.

 

Stjórin í Arctic Ice, Samir Ben Tabib, sigur við ávísina, at ísurin er tikin burtur av jøklum í Grønlandi, sum eru meira enn 100.000 ára gamlir.

 

- Tað er stórur áhugi fyri hesum ísi í Dubai, leggur hann aftrat.

 

Hann leggur aftrat, at fleiri longu hava bílagt ís, men ísurin verður ikki seldur øllum.

 

- Okkara serstaka vøra verður seld støðum, sum hóska saman við matstøðunum, sigur stjórin, Samir Ben Tabib.

 

Sermitsiaq, sum eisini skrivar um grønlandsísin, veit at siga, at íverksetarin, Ilannguaq Lennert Olsen, er ein av eigarunum í Arctic Ice.