Umborð
Vit vóru á bryggjuni, tá ísfiskatrolararnir, Bakur og Stelkur, loystu týskvøldið. Skipini steðga ikki inni og fara útaftur sama kvøld, sum tey koma inn um morgunin.
Manningin hevði fingið boð um at vera hjá skipunum klokkan 21. Flestu bilar vóru farnir av aftur bryggjuni, tí vanliga verður loyst til ásetta tíð.
Vit gjørdu tó eina roynd at ringja til 29 ára gamla Rúna Samuelsen, ið er fastur stýrimaður og avloysari sum skipari við Baki.
Rúni steig niður á bryggjuna, áðrenn teir loystu.
Í gjárkvøldið ringdu vit so útaftur á skipið at fregnast, hvussu gingist hevði.
- Fyrsta tóvið gekk illa. Eitt lás gekk fyri umborð á Stelki, og vit noyddust at hála trolið innaftur eftir øðrum kjafti. Nú hava vit aftur tóvað í einar sjey tímar og eru júst í holt við at hála. Tað sær einki út hesaferð heldur.
Meðan vit práta við Rúna, eru teir lidnir at hála.
- Nei, hetta var einki serligt, 20 kør. Tað er ov lítið eftir sjey tímum.
Men Rúni hevur gott mót.
- Vit skulu bara koma í gongd og finna rætta “stevið”, sigur hann, og vit hoyra, at hann vendir sær til skiparan: “Heldur tú ikki tað, Róin..?”
Bakur og Stelkur teljast millum ísfiskatrolararnar, sum roynast drúgvastir.
Rúni er sonur Jóhonnu Paulu, sum hevur røtur í Nólsoy og roynda skiparan, Ólav Samuelsen, ættaður úr Haldórsvík.
Ólavur hevur ført skip í mong ár og er ein fiskiklógv.
Fastir skiparar umborð á Baki, sum partrolar við Stelki, eru Ólavur og Róin Joensen, sum er nólsoyingur.
- Eg sigli sum fastur stýrimaður, men loysi javnan teir báðar av á brúnni, sigur Rúni, sum annars var rættiliga ungur, tá hann fyrstu ferð mynstraði sum skipari við Gorpi, ið Ólavur førdi.
- Eg var bert 22 ára gamal og tók hetta sum eina stóra avbjóðing. Vit høvdu gott fólk. Uppgávan kendist tí ikki so møtumikil. Frammanundan hevði eg verið fleiri túrar við sum stýrimaður.
Serliga minnist Rúni aðru ferð, hann mynstraði sum skipari við Gorpi.
- Saman við Skrápi, sum var “makkarin”, høvdu vit gjørt rimmartúr, seldu fyri 1,2 mió krónur. Ein fittur partur var hýsa. Tá vit komu á Skálafjørðin, ringdi løgreglan umborð og spurdi, um vit kundu leggja okkum inn undir Skriðuna undir Lambareiði og lýsa upp á land. Ein álvarslig ferðsluvanlukka var hend.
Rúni sigur, at bæði skipini løgdu seg inn undir land, og umborð skiltu teir, at nøkur fólk vóru deyð, onnur vóru á lívi.
- Hetta var ein óbehagilig løta. Tað, sum eg ikki visti, fyrr enn vit løgdu til bryggju, var, at svágur mín, Bárður Berg, var millum teir deyðu. Tað var ógvuliga svárt at fáa hetta at vita.
Rúni, sum er tiltikin raskur sjómaður, fór sum 15 ára gamal umborð á Gorp, og har var hann í eini tvey ár.
- Síðan fór eg við rækjutrolaranum Høgafossi, tríggjar túrar á Flemmish Kap og ein í Eysturgrønlandi. Vit landaðu í Ný Foundlandi millum tveir av túrunum, og tí var eg burtur í átta mánaðir út í eitt. Hetta var nakað, eg vildi royna.
Av Høgafossi fór Rúni umborð á Munk, og haðni á skiparaskúla.
- Eftir at eg var liðugur við skúlan, fór eg umborð aftur á Gorp sum stýrimaður. Seinni bar leiðin til Grønlands, har eg var í tríggjar mánaðir við krabbabáti og aðrar tríggjar mánaðir við rækjubáti – í báðum førum sum stýrimaður.
Tá Rúni kom heimaftur úr Grønlandi, fór hann á landleiðina við Búgvanum.
- Tá Bakur og Stelkur komu sum nýbygningar úr Spaniu, ringdi pápi til mín og spurdi, um eg hevði hug at koma við Baki sum stýrimaður, og her havi eg verið síðan, nú skipini hava út við hálvt fimta ár á baki.
Rúni sigur, at bæði Ólavur og Róin javnan geva honum møguleikan at føra skipið.
Ungi stýrimaðurin og avloysarin sum skipari sigur, at hann í løtuni ongar aðrar ætlanir hevur enn at vera verandi við Baki.
- Síðan vit fingu kryvjimaskinurnar, og støddin á upsanum er betri, er hetta gott sjólív. Fiskiskapurin hevur verið góður, og tað hava prísirnir eisini verið í rúma tíð. Soleiðis er fortjenastan eisini í lagi.
Spurdur, um manningin hevur merkt nakað til, at skipini hava fingið nýggjar eigarar, sigur Rúni:
- Nei, vit hava einki merkt til eigaraskifti, og baklandið er framvegis gott sum áður. Jónsvein Knudsen virkar nú sum reiðari fyri Faroe Seafood. Hann ringir umborð av og á og spyr, hvussu gongur. Vit hava alt gott at bera reiðarínum – bæði teimum, sum vóru undan skiftinum og teimum, sum hava tikið yvir, sigur Rúni Samuelsen.