Hermenn úr Puntland-landspartinum í Somalia hava bjargað 22 sjómonnum, sum hava verið gíslar hjá somaliskum sjórænarum í næstan trý ár.
Sjórænararnir rændu skipið í Aden-víkini í mars í 2010. Um,borð vóru 24 menn úr India, Ghana, Pakistan, Filipsoyggjunum, Sudan og Jemen. Eitt reiðarí í Dubai átti skipið, sum var skrásett í Panama.
Myndugleikarnir í Puntland-landspartinum siga, at fleiri av sjómonnunum vóru sjúkir, og at allir vórðu fluttir á sjúkrahús alt fyri eitt.
Einki verður sagt um teir báðar seinastu av manningini.








