22 milliónir í umsetningi av Airbnb í 2018

TAKS hevur nú endaliga gjørt upp umsetningin av airbnb-leiguni í 2018. Samlaði umsetningurin var 21,9 milliónir krónur. Hetta gav 13 milliónir krónur í skattskyldigari inntøku. Í miðal hevði hvør útleigari ein umsetning á 73.976 krónur

Í fjør vár hevði TAKS eitt kunningarátak fyri at fáa fólk at lata inn airbnb-roknskap og at seta hann rætt upp í mun til, hvørjar útreiðslur, ið kunnu dragast frá. Átakið gjørdi góðan mun, tí munandi fleiri roknskapir eru innkomnir og rætt uppsettir, skrivar TAKS á heimasíðuni.

Tey, sum ikki høvdu sent inn roknskap við ársenda 2019, og sum TAKS metti høvdu havt eina týðandi inntøku, fingu bræv um hetta. Í øðrum førum hevur TAKS mett um sjálva inntøkuna og hevur sett persónar í skatt eftir hesi meting.

Airbnb-leiga skal altíð gevast upp við roknskapi.

Roknskapurin skal síðan latast inn saman við sjálvuppgávuni á Borgaraglugganum. Latast kann ikki inn á annan hátt.

Seinasta freist at lata sjálvuppgávuna fyri 2019 inn rættstundis er 1. mai 2020.