Teir ymisku miðlarnir í Onglandi koma við nógvum ymiskum søgum um hvussu FA og Premier League fara at loysa málið um ensku liguna, ið liggur still nú orsaka av Corona.
Størsta blaðið í Manchester, Manchester Evening News sum altíð hevur gjørt nógv burturúr Manchester United og Manchester City, og Premier League annars veit frá einari álítandi keldu, at tað liggur á borðinum hjá FA og Premier League, at einki lið skal flyta niður. Eisini liggur á borðinum, at tey bæði liðini sum í løtuni eru ovast í Championship, Leeds United og West Bromwich Albion verða flutt upp í Premier League, ið sostatt fer at hava 22 lið komandi kappingarár.
Manchester Evening News skrivar, at tað er enn ikki heilt greitt um Liverpool, ið er á odda í Premier League við 25 stigum verður útnevndur enskur meistari um kappingin hetta kappingarárið ikki verður tikin upp aftur.
Premier League hevur lagt stilt fyribils til 3. apríl.











