1. apríl kom nýggj bussleið í Tórshavnar Kommunu, men longu 26. mars høvdu 310 fólk undirskrivað eitt mótmæli, sum varð handað býráðnum. Millum annað fýltust foreldur á ótryggari umstøður fyri skúlabørn, á ið tey skuldu skifta millum bussar.
Uppaftur onnur høvdu á lofti, at brúkaravanarnir hjá ferðafólkunum ikki longur samsvaraðu við nýggju ferðaætlanina.
Lesið eisini: Býráðslimur: Nýggja bussleiðin harmar fólk
Tórshavnar Kommuna tók klagur frá borgarunum til eftirtektar, og hevur síðani endurskoðað gongdina. Formaðurin í teknisku nevnd, Jákup Dam, boðaði eisini frá á býráðsfundi 20. juni, at broytingar helst vóru klárar um tríggjar til fýra vikur.
Lesið eisini: Nú skal busskoyringin í Havn aftur broytast
Í dag boðar býráðið sostatt frá, at tillagingar nú verða framdar í bussleiðini. Tillagaða ferðaætlanin fevnir um allar leiðirnar, undantikið leið 5, og verður sett í verk mánadagin 22. juli.
Tær koma at gera fleiri skifti millum leiðirnar gjørlig, umframt at onkrar farleiðir er vorðnar longri.
Sí tillagingarnar niðanfyri:
Leið 1
Broytingin á leið 1 er í Hoyvík. Koyrt verður niðan eftir Løgmannabreyt, Karlamagnusarbreyt, Atlagøua og Løgmannabreyt, Klingruna og Vegin Langa og víðari eftir somu ferðaætlan.
Leið 2
Broytingin á leið 2 er á Hálsi. Koyrt verður oman eftir R. C. Effersøes gøtu, Gundadalsvegnum, Áargeil, Norðara Ringvegi aftur á Háls og aftur víðari eftir verandi ferðaætlan. Hesar broytingar á leið 2 gera, at sjálv farleiðin er longd. Tí fer nú aftur at bera til at skifta millum leið 1 og leið 2 í Steinatúni bæði á norðursíðuni og suðursíðuni.
Leið 3
Broytingin á leið 3 er henda. Tá ið bussurin kemur frá Hvítanesi, koyrir leið 3 eftir Vegnum Langa, niðan Millum Gilja, aftur eftir Vegnum Langa, Berjabrekku, á Háls og víðari eftir verandi ferðaætlan.
Leið 4
Broytingar á leið 4 er henda. Túrurin byrjar á Glasir, eftir Grønlandsvegnum, Steinatúni, á Háls, Berjabrekku, Undir Brúnni, Varðagøtu, Dalavegnum og endar á Glasir.
Leið 5
Leið 5 koyrir eftir somu ferðaætlan
Leið 6
Broytingin á leið 6 er henda. Tá ið bussurin kemur úr Kaldbak endar túrurin við Trapputrøðna/SMS heldur enn við Svimjihøllina.
Eisini eru gjørdar nakrar rættingar í minuttølunum á teimum flestu leiðunum.
So leingi arbeitt verður á Landavegnum, koyra leið 5 og 6 ávikavist eftir Grønlandsvegnum og Dalavegnum og víðari eftir ferðaætlanini.
Síðstu viku í august mánað fara fólk frá kommununi at seta talvurnar upp við busssteðgistøðini kring alla kommununa.