210 ungfólk hava fingið arbeiðsboð

Yvir 500 ungfólk sendu umsókn til ?Ung í Arbeiði? Í morgun fingu øll ungfólk í Tórshavnar kommunu, sum hava fingið arbeiðssboð, boð um hetta í einum sms´boði.

Á heimasíðuni www.torshavn.fo stendur eisini eitt yvirlit yvir øll tey ungfólkini sum hava fingið pláss, og har stendur eisini tilskilað hvørjum bólki, ungfólkini skulu vera í. Tey ungu koma at arbeiða í tíðarskeiðnum millum 29. juli og 24. juli. Helvtin verður til arbeiðis fyrstu tvær vikurnar, meðan hin helvtin fer at arbeiða tær tvær seinnu vikurnar. Í høvuðsheitum fara tey ungu at fríðka um býin, so býurin er klárur til ólavsøkuhaldið, greiðir Linda Petersen samskipari frá.

Talan verður um 40 tíma arbeiðsviku. - Tað verður væntað av teimum ungu, at tey eru nærløgd, møta til tíðina, og akta boðunum hjá bólkaleiðarunum, staðfestir Linda Petersen.

Linda Petersen heitir á tey ungfólkini, sum ikki fingu játtandi svar á hesum sinni, og sum hava aldur til tað, um at søkja aftur komandi summar. Ì býráðsumsitingini gera tey sítt ítarsta fyri, at so nógv ungfólk sum møguligt skulu sleppa framat. Og ansa verður eftir, at tey sum ikki sluppu framat ífjør, sleppa framat hesaferð.

Samrøða verður við Lindu Petersen í tíðindunum á Rás2, sum koma klokkan fimm.