21 ungar gentur á Sosialinum

Onkur av starvsfólkunum mundi gera stór eygu, tá kaffistovan á Sosialinum nú ein dagin brádliga fyltist við 21 fittum, ungum dámum

Vitjan

Kanska goymdi ein framtíðarjournalistur seg í hópinum av ungum dámum, sum sessaðust rundan um borðið á kaffistovuni her í húsinum nú ein dagin? Í øllum førum stóð Sosialurin millum fyrstu ynskini hjá gentunum á Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík, tá árliga vitjanin út á ymisk arbeiðspláss skuldi leggjast til rættis.
Her greiddi blaðstjórin gentunum frá dagligu arbeiðsgongdini, og vísti teimum síðani runt í húsinum, so tær kundu sleppa at kaga inn til blaðfólk, umbrótarar, myndamenn og øll hini, og sjálvar síggja, hvussu alt hetta gekk fyri seg í veruleikanum. Og ein var enntá so heppin at verða avmyndað í tí kenda ?Bláa Stólinum?.
Aftaná vitjania á Sosialinum gekk leiðin hjá gentunum víðari í fjølmiðlaheiminum niðan í Sjónvarp Føroya. Síðani var restin av degnum sett av til jólagávukeyp, ein túr í Bowlinghøllina og annars eitt hugnaligt kvøld úti á Háskúlanum, har genturnar eisini skuldu gista. Og dagin eftir stóðu uppfatur fleiri stovnar og arbeiðpláss á skránni, so ungu dámurnar høvdu ongar ætlanir um at liggja á latu síðini, fyri tað um hesir báðir dagarnir vóru tiknir úr vanliga skúlakalendaranum.

Jól á skúlanum
Tímatalvan á Húsarhaldsskúlanum er annars munandi meir meir merkt av árstíðini enn á øðrum skúlum. Í heyst vóru genturnar eitt vikuskifti úti í Kallsoynni, har tær hjálptu at taka upp epli og eisini vóru við í flettingini. Síðani vórðu avroðini tikin við á skúlan, har blóðpylsa, rullupylsa og annar føroyskur matur stóð á tímatalvuni næstu dagarnar.
Hendan tíðin er, sum vera man eisini merkt av, at jólini nærkast. Genturnar hava longu pyntað skúlan við jólaprýði, sum tær sjálvar hava gjørt, og matin til jólaborðhaldið gera tær sjálvandi eisini sjálvar. Tá skulu tær læra at steikja dunnu á rættan hátt, brúnkað epli, gera Waldorfsalat og annars alt tað, sum hoyrir jólamatinum til.
Seinastu tíðina hava onkrar av gentunum eisini brúkt seymitímarnar til at seyma sær kjólar og annað stás til jóla- og nýggjársveitslurnar, tær skulu í. Og nógvar av jólagávunum eru eisini fingnar frá hondini í hinum hondarbeiðstímunum.

Vælumtóktur skúli
Húsarhaldskúlin í Klaksvík er óvanliga væl umtóktur millum ungar gentir allastaðni runt um í Føroyum. 21 næmingar verða tiknir inn um árið, og tá hesin flokkurin byrjaði í august mánað, stóðu meir enn 40 eftir á bíðilista. Og soleiðis er tað mest sum á hvørjum ári, sigur leiðarin, Elisabeth Akursmørk. Tað eru tó ikki dreingirnir, sum gera tað trongligt á listanum. Bert fimm dreingir hava gingið á skúlanum hesi 30 árini, síðani skúlin varð stovnaður.
Flokkkurin, sum vitjaði Sosialin hendan dagin, verður liðugur í mars mánað, og so byrjar næsti flokkur ikki fyrr enn í august. Mánaðirnar har ímillum verða ymisk styttri hondarbeiðs- og heilsuskeið hildin á skúlanum, har øll eru vælkomin at tekna seg.