21. umfar: Finalistarnir vunnu stórsigrar

Víkingur smurdi NSÍ av 6-1, og HB vann trivaligan 3-0 heimasigur á B68

Tað eru tvey lið, sum eru á tindinum, ið næstu dagarnar fara at fyrireika seg til steypafinaluna, sum verður leygarkvøldið. Tá bresta HB og Víkingur saman. Í dag hava bæði finaluliðini vunnið trivaligar heimasigrar.

 

Heilt merkisvert er tað, at Víkingur sendi NSÍ út um aftur Gøtueið við 6-1 tapi. Burtursæð frá fyrstu løtuni, tá ið tað leikaði javnt á, so var Víkingur fult og heilt omaná. Hálvleiksleiðslan var 3-0, og Finnur Justinussen, sum síðstu tíðina hevur havt trupult at finna vegin til meskarnar, skoraði tvey mál. Hann setti hol á, og hann staðfesti rimmar sigurin, sum er tann fyrsti síðani 22. juni, tá ið Víkingur vann 3-1 á Svangaskarði. Síðani hevur Víkingur verið partur av fimm javnleikum.

 

HB var stórfavorittur á heimavølli ímóti B68, og tað var eingin trupulleiki hjá heimaliðnum í Gundadali at vinna. Hóast sigurin bara var tað hálva av tí, sum hann var á ólavsøku, tá ið HB vann 6-0 á B68, so var hann sannførandi. Síðsta hálva tíman tóku heimamenninir fótin av spidaranum. Nú fyrireika teir seg til steypafinaluna, sum HB ikki hevur vunnið síðani 2004.

 

Á Argjum endaði tað málleyst millum AB og EB/Streym. Síðstu stóru løtuna royndi heimaliðið at leggja trýst á, men tað eydnaðist ikki at fáa mál.

 

Úrslitið á Argjum ber við sær, at EB/Streymur missir í kappingini við Víking um triðja plássið. Nú er Víkingur trý stig frammanfyri EB/Streym, sum hevur spælt ein dyst meiri enn Víkingur. Málmunurin hjá Víkingi er +18, meðan hann hjá EB/Streymi er +7.

 

Hetta var aðru ferð í ár, at tað endaði javnt á Argjum millum AB og EB/Streym. Úrslitið í dag ber við sær, at AB nú hevur sama stigatal sum ÍF – 22 stig. ÍF er framvegis á 7. plássi, tí málmunurin hjá ÍF er -10, meðan hann hjá AB er -20.

 

 

LIÐUGT

6-1

90) 6-1

85) 6-1: Finnur Justinussen

Nú talar alt fyristørsta Víkinga sigri á NSÍ nakrantíð. Finnur Justinussen hevur skorað fyri aðru ferð í dag. Uppleggið átti Sølvi Vatnhamar.

 

72) 5-1: Sølvi Vatnhamar

Eftir innlegg frá Halli Hansson úr vinstru hevur Sølvi Vatnhamar enn eina ferð økt um leiðsluna.

 

57) 4-1: Árni Frederiksberg

So hevur NSÍ minkað um munin. Árni Frederiksberg framdi einmansavrik, eftir at NSÍ vann bóltin á Víkinga hálvuni.

 

50) 4-0: Sølvi Vatnhamar

Tað gongur við rúkandi ferð hjá teimum í Eysturkommunu. Eftir gott og hugflogsríkt álopsspæl hevur Sølvi Vatnhamar økt um leiðsluna, sum nú er 4-0!

 

46) 3-0

Tríggir NSÍ spælarar sóu gult í 1. hálvleiki – Einar Tróndargjógv, Magnus H. Olsen og Jann Martin Mortensen.

 

HÁLVLEIKUR

3-0

45) 3-0

Tað er sera gott lag í Víkinga leguni. Eftir eina røð av javnleikum bendir alt á, at tað í dag skal eydnast at vinna fulla úrtøku.

NSÍ var framvið fyrstu løtuna, tá ið tað vóru møguleikar at skora. Seinna partin av 1. hálvleiki hevur heimaliðið verið greitt omaná, og tað sæst aftur í úrtøkuni, sum er trý stig. Málini eru skorað av trimum av lyklaspælarunum – Finni Justinussen, Súna Olsen og Halli Hansson.

 

40) 3-0: Hallur Hansson

Víkingarnir eru orduliga í stødinum, nú teir fyrireika seg til steypafinaluna. Nú eru teir frammanfyri 3-0. Eftir sera hugflogsríkt samanspæl og innlegg var tað Hallur Hansson, sum við høvdinum setti bóltin í málið.

 

23) 2-0

Víkingur er framvegis omaná, men NSÍ hevur havt ein møguleika, uttan at nakað spurdist burturúr.

 

14) 2-0: Súni Olsen

Tað gongur sum eftir ánni hjá Víkingi, sum annars ikki hevur vunnið í tveir mánaðir. Nú hevur Súni Olsen økt um leiðsluna eftir fínt samanspæl, har fleiri tóku lut.

 

10) 1-0: Finnur Justinussen

Eftir langt útspark frá Geza Turi, longdi Hallur Hansson til Finn Justinussen, sum smekkaði bóltin í málið.

 

5) 0-0

Tað er lívligt álopsspæl báðar vegir frá fyrsta bríksli av.

 

Víkingur-NSÍ kl. 15.00

Dómari: Eiler Rasmussen

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Hallur Hansson, Súni Olsen, Hans Jørgen Djurhuus - Sølvi Vatnhamar, Finnur Justinussen, Heðin Hansen

NSÍ: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Pól Jóhannus Justinussen, Einar Tróndargjógv – Árni Frederiksberg, Magnus H. Olsen, Jann Martin Mortensen, Harald R. Højgaard, Andy Olsen – Klæmint A. Olsen

 

----

 

LIÐUGT

3-0 

90) 3-0

HB hevur framt fleiri útskiftingar, og nú snýr tað seg um at bíða eftir síðsta bríkslinum og harvið at fara undir fyrireikingarnar til steypafinaluna.

 

70) 3-0

Nú er tómgongd í Gundadali. Kanska eru teir í HB farnir at hugsa um steypafinaluna næsta leygarkvøld.

 

55) 3-0: Fróði Benjaminsen

Eftir fínt uppspæl í høgru, har Pál Mohr Joensen var sentralur og spældi eitt tvey við Andrew av Fløtum, stakk bólturin til Fróða Benjaminsen, sum smekkaði bóltin upp undir nettakið.

 

50) 2-0

Hákun Edmundsson hjá B68 hevur roynt seg við skoti, men bólturin fór væl við síðuna av.

 

HÁLVLEIKUR

45) 2-0

Ikki so ferðmikið. HB hevur bóltin nógv tann størsta partin av tíðini, og tað er eydnast heimaliðnum at skora tvey mál. B68 hevur ikki havt heilt upplagdar møguleikar, men onkra ferðina hava toftamenn verið í nær við og næstan støðum.

 

37) 2-0: Pál Mohr Joensen

So hevur HB tvífaldað leiðsluna. Hesa ferð var tað eftir støðugt trýst og nakrar ferðir aftur og fram.

 

33) 1-0: Poul Ingason

Eftir horna og tvær ferðir aftur og fram, tá ið B68 bjargaði á strikuni smekkaði Poul Ingason til. Bólturin tók í ein toftamann og snýtti Hans Jørgensen í málinum.

 

22) 0-0

HB er greitt omaná, og B68 verjir. Í onkrum støðum hevur B68 verið á HB hálvuni, men tað er rárasta hending.

Poul Ingason hevur havt stútara, men bólturin fór omanfyri málið, og Pál Mohr Joensen hevur havt góða roynd úr vinstru, men Hans Jørgensen bjargaði.

 

5) 0-0

HB hevur fyrstu løtuna havt bóltin so at siga alla tíðina, men higartil hevur tað ikki eydnast heimaliðnum at spæla seg til upplagdan málmøguleika.

 

HB-B68 kl. 15.00

Dómari: Dagfinn Forná

HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Rógvi S. Holm, Bartal Wardum, Alex José dos Santos – Heini Vatnsdal, Fróði Benjaminsen, Pál Mohr Joensen – Levi Hanssen, Andrew av Fløtum, Poul Ingason

B68: Hans Jørgensen – Kristian Anton Andreassen, Oddur Højgaard, Ovi Brim, Mads Rosenberg – Hákun Edmundsson, Evrard Blé, Jóhan Dávur Højgaard, André Olsen – Ibrahim Camara, Óli H. Olsen

 

 

------ 

 

LIÐUGT

0-0

90) 0-0 

87) 0-0

Nú hevur AB hug at trýsta, og síðstu løtuna hevur tað hjá EB/Streymi snúð seg mest um at verja. Samstundis hava gestirnir lúrt eftir møguleikum at fara í skjót mótálop.

 

70) 0-0

Nú hevur EB/Streymur yvirvág. Tað kennist sum um, at tað er meiri tyngd og broddur í álopinum hjá gestunum, men higartil hevur tað ikki eydnast Arnbjørn, Hans Paula og Gunnari at fáa mál.

 

63) 0-0

Tað er framvegis málleyst á Argjum,og í løtuni bendir nógv á, at tað aftur hesa ferð skal enda við javnleiki.

 

50) 0-0

Tað er framvegis málleyst, men nú var tætt við, at EB/Streymur setti hol á. Eftir innlegg úr høgru stútaði Arnbjørn Hansen við handara stólpa, men Heðin Stenberg stórbjargaði.

AB hevur lotið undan í 2. hálvleiki.

 

HÁLVLEIKUR

0-0

45) 0-0

Tað er málleyst á Argjum, og tað mesta hevur gingið fyri seg millum brotsteigarnar báðar.

 

35) 0-0

AB hevur havt bóltin á stólpanum aftanfyri René Tórgarð. Annars gongur tað javnt á.

 

 

25) 0-0

EB/Streymur hevur framt fyrstu útskiftingina. Gert Hansen er farin skaddur av vøllinum, og í hansara stað er komin Arnar Dam. Marni Djurhuus er fluttur aftur í miðverjuna, og Arnar Dam er nú á miðvøllinum.

 

15) 0-0

Tað er lívligt, og bæði liðini eru sinnað at leypa á. Ferðin er høg, og tað er intenst.

 

AB-EB/Streymur kl. 15.00

Dómari: Lars Müller

AB: Heðin Stenberg – Jónas Stenberg, Sorin Anghel, Dmitrije Jankovic, Beinir Ellefsen - Magnus Egilsson, Bárður Olsen, Hørður Mohr – Jógvan Skeel Nolsøe, Aleksandrs Cekulajevs, Mikkjal T. Hentze

EB/Streymur: René Tórgarð – Jónas þór Næs, Egil á Bø, Gert Hansen, Jóhannes Hansen – Niels Pauli Danielsen, Marni Djurhuus, Rógvi Egilstoft Nielsen - Gunnar Zachariasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen