Skopun hevur nýggjan barnaskúla, har pláss er fyri nógvum næmingum aftrat teimum verandi, og her er eisini lutfalsliga nýggjur barnagarður við góðum møguleikum til útbygging. Men, tað er eisini stórur áhugi fyri at seta búgv í Skopun.
Borgarstjórin, Gerhard Lognberg, sigur, at tað er næstan ikki dagur, at fólk ikki ringja og spyrja um møguleikar at seta búgv, og hetta eru gjarna fólk, hann ikki kennur.
- Tað er tí at fegnast um, at ein nýggj útstykking nú er í gongd norðan fyri bygdina í Skopun, har byggifyritøkan J&K Petersen skal gera vegir, íbindingar og 21 grundøki byggibúgvin.
Gerhard Lognberg sigur, at harumframt skal gerast klárt til seks eldraíbúðir til fólk, sum kanska vilja selja síni hús og byggja sær nýtt og kanska meira hóskandi til tørvin.
- Í niðara enda av útstykkingini er ætlanin eisini at stykkja út til átta leiguíbúðir, men hesar eru fyribils ikki við í verandi ætlan. Vit hava samskift við onkrar veitarar, sum hava víst áhuga fyri at byggja leigubústaðir, men enn er eingin avtala gjørd.
Gerhard Lognberg sigur, at í løtuni standa nøkur hús í gerð í Skopun, og hetta eru fólk, sum byggja í útstykkingini frá 2007. Hann heldur, at tað eru eini 20 fólk, sum hava spurt seg fyri um møguleikar at byggja í Skopun.
- Men, vit vita ikki rættiliga í løtuni, hvussu mong av hesum veruliga ætla at byggja í nærmastu framtíð, sigur borgarstjórin.
Hann vísir á, at í útstykkingini frá 2007 eru nøkur grundstykki enn óbygd, hóast treytir vóru um, at grundstykkini skuldu byggjast innan ávíst áramál. Kommunan hevur tó verið tolin og hevur latið fólk sloppið at bíðað sum longst.
- Grundstykkini í útstykkingini frá 2007 kunnu ikki seljast í fríari sølu, men skulu latast inn aftur til kommununa, um tey ikki verða bygd av verandi eigarum.
Borgarstjórin, Gerhard Lognberg, væntar, at tey 21 grundstykkini, sum nú verða planerað í nýggju útstykkingini norðan fyri bygdina, verða klár at selja einaferð seinni í hesum árinum.











