Spenningurin er framvegis stórur í 1.deild hjá monnum, men tað stóð nógv á hjá øllum trimum oddaliðnum. Felags fyri tey øll var, at tey fingu avgerandi mál í seinna hálvleiki. Mett var, at 07 Vestur hevði lættastu uppgávuna, men tað skuldi vísa seg at so var ikki.
Einsamalla málið í dystinum skoraði Holgar Durhuus eitt stórt korter fyri tíð. Tað var eftir stórt trýst gjøgnum allan dystin, at tað eydnaðist heimaliðnum at fáa hol á. Meðan 07 Vestur hevði meginpartin av spælinum í fyrra hálvleiki, so var EB/Streymur um reppið at koma á odda.
Seks minuttir fyri tíð skiftið 07 Vestur vetiranin Birgir Joensen inn, og bara seks minuttir seinni fekk hann sítt seinna gula kort og harvið reytt kort.
Við sigrinum hevur 07 Vestur framvegis beina kós móti uppflyting.
Enn ein sigur til Skála
Skála hevur ongantíð vunnið á vøllinum í Leivík, men leygardagin bragdaði. Undan dystinum hevði Skála yvirhálað AB á øðrum plássi, og ikki tapt í 20 dystir. Men sum spælir gongur í løtuni, so var tað ikki ósannlíkt, at teir fóru at fáa øll stigini við aftur til Skála.
Dysturin var javnur, men tað var Skála, ið skoraði málini. Í fyrra hálvleiki var tað Ólavur Mikkelsen, ið skoraði beinleiðis upp á fríspark eftir eitt lítið korter.
Tað var í løtum sera váttligt, men tað var lítið av vindi. Bólturin gekk tí skjótt eftir vøllinum. Í seinna hálvleiki hevði Víkingur bóltin nakað meiri, meðan Skála allatíð hótti upp á skjótálop.
Tað kom illa við hjá Eliesar Olsen og Skála, at Nils Fríðheim og Teitur R. Joensen máttu av vøllinum við skaðum.
Avgerandi løtan kom eitt korter inn í seinna hálvleik. Ein høgur bóltur snýtur verjuna hjá Víkingi og so er Brian Jacobsen knappur í vendingini. Hann drønar avstað eftir bóltinum. Komin inn í brotssteigin setur hann vinstra bein á og so er 2-0. Hóast Víkingur trýsti meiri eftir 2-0 málið, so var Skála nærri at økja, tá teir raktu stongina.
Tað var sjónlig gleði á skálmonnum, tá dómairn bríkslaði fyri seinastu ferð. Skála hevur ikki tapt í 21 dystum og trøini halda fram við at vaksa, og nærkast fyri hvørt umfar himmiríki.
Kroyst AB vann á KÍ
Dysturin í Klaksvík byrjaði klokkan 18 og tí vistu argjamenn, at bæði 07 Vestur og Skála høvdu vunnið sínar dystir fyrr um dagin. Tí var trýstið á AB stórt undan dystinum.
Í fyrra hálvleiki var AB leikliga greitt omaná og kom í fleiri góðar støður. Serliga í síðunum komu argjamenn ígjøgnum, men KÍ miðverjan var stinn og ruddaði innleggini vekk.
KÍ var ikki útspælt og hevði upptakt til okkurt álopið, men serliga Leivur Holm Joensen spældi væl í verjuni hjá AB.
Í seinna hálvleiki gekk javnt á og KÍ var í løtum omaná. Størsta møguleikan fyri AB hevði Nikolaj Eriksen, tá Jónas Stenberg legði innfyri úr høgru. Tætt undir málinum fær hann fótin á, men Gunnar á Steig stórbjargar í málinum.
Í hinum endanum rakti KÍ stongina, meðan Heðin Stenberg einar tvær ferðir mátti bjarga royndum frá vertunum.
Móti endnaum av dystinum tók KÍ meiri og meiri yvir, men so kom avgerandi løtan. Gunnar Christiansen feldi Beinir Ellefsen og skuldi helst fingið sítt seinna gula kort. Jónas Stenberg sendi frísparki innfyri og har var Leivur Holm Joensen fyrstur á og stútaði bóltin í mál.
Stutt seinni fekk Nikolaj Eriksen sítt seinna gula kort, tá dómarin metti at hann tveitti seg, tá Gunnar á Steig kom út úr málinum.
Seinastu minuttirnar trýsti KÍ fyri at fáa útjavnandi málið, meðan AB venjarin royndi at fáa sínar leikarar fram á vøllin.
Tað endaði við, at málið hjá Leivi Holm Joensen gjørdist munurin. At tað var trýst á argjamonnum sást eftir seinasta bríkslið. Onkur datt bara niður í vøllin, meðan aðrir lupu um hálsin á hvørjum øðrum.
AB skal longu í eldin aftur mikukvøldið, tá teir fáa vitjan av Skála. Leikararnir fingu eisini greið boð um renna av aftaná dystin og strekkja væl út.
Argjamenn eru framvegis í eini støðu, har teir sjálvur kunnu avgerða um teir flyta upp, men tað var líka við at KÍ spilti teimum spælið.