21 deyð í ferðsluvanlukku

Ein ferðsluvanlukka nærhendis pakistanska stórbýnum Karachi í dag kravdi 21 mannalív. Myndugleikarnir siga, at vanlukkan hendi, tá ein bussur og ein persónbilur stoyttu saman á vegnum millum býirnar Karachi og Thatta.

Heilsumálaráðharrin í Sindh-landspartinum váttar fyri tíðindastovuni AP, at 21 fólk eru deyð, og hann leggur afturat, at nógv fólk fingu skaða í samanstoytinum.

Ferðsluvanlukkur eru javnan í Pakistan. AP skrivar, at nógvastaðni eru vegirnir vánaligir, og nógv akfør verða ikki hildin við líka. Fyri hálvum øðrum mánað síðani kravdi ein ferðsluvanlukka í Pakistan 30 mannalív. Tað ferðina rendi ein bussur við skúlanæmingum útav.