Bilar
Magnus Gunnarsson
Tá Peugeot 206 kom í nýggjari útgávu í 1998, bleiv hann ein "succes", ikki minst tí hann hevði so smart og "frekt" design. Í 2000 kom so 206 CC, ið bæði er Coupé og Cabriolet. Nú er so stationvognurin 206 SW komin á marknaðin. Bilurin verður gjørdur á ensku Ryton bilverksmiðjuni, ið er kend fyri at gera bilar í gjøgnumførdum kvaliteti. Umframt at bilurin ber vektina væl, hevur hann stramman undirvogn og sportligar koyrieginleikar. Viðførisrúmið er 313 litrar, við baksetrunum niðri verða 1136 litrar til viðførið.
40 prosent sum stationvognar
Fimm motorar eru at velja ímillum, 3 bensin og 2 diesel. Teir eru 1.4 litur bensin við 70 hk, 1,6 litur bensin við 110 hk og 2,0 GTI við 138 hk. Dieselmotorarnir eru 1,4 HDI við 75 hk og 2,0 HDI við 90 hk. Bilurin hevur alla nútímans útgerð og trygdarúrgerð sum standard. Rúturin í baklúkuni kann latast upp fyri seg. Hetta er ein praktisk loysn, sum vit hava sæð í øðrum nýggjum bilum. Við at seta seg inn í bilin merkist tað beinanvegin at 206 SW er ein rúmligur bilur. Serliga er gott pláss uppeftir, bæði framman og aftan.
Í Fraklandi og Danmark verður roknað við at umleið 40 prosent av 206-seriuni verða seldir sum stationvognar.
??????????????
Peugeot 206 SW 1.6 S16
Motorurin:1,6 litur 4 syl. besin 110 hk
0-100 km/t: 11,3 sek.
Bensinnýtsla: 14,9 km/l
Dekkstødd:195/55-15
Stødd og vekt:
Longd:402,8 cm
Breidd: 165,2 cm
Hædd:146,0 cm
Eginvekt:1075 kg
Totalvekt:1575 kg
Viðførisrúm:313 / 1136 litrar
Prísur:Kr. 165.000,-
Søluumboð:P/f Meinhardt Arge
við Oyggjarvegin
FO-110 Tórshavn
Tel.345400









