Nýggjársaftan er ein týðandi dagur og eitt stórt kvøld í Vági, og hetta er ein dagur, sum flestu vágbingar gleða seg til. Nýggjársaftan helt borgarstjórin, Dennis Holm, saman við familjuni. - Her er nógv á skrá nýggjársaftan, bæði almennur morgunmatur, barnatiltak um dagin, og so brenna vit í grannalagnum eisini bál og skjóta fýrverk saman seint seinnapartin.
Dennis Holm vísir á, at áðrenn stóra endabrestin av árinum etir familjan um kvøldið ein betri bita saman. - Tá klokkan nærkast 23 fara eg og elsti sonurin oman at hjálpa til at gera klárt á økinum við Tríkantin, har prýðiligi nýggjársbáturin aftur í ár varð brendur.
Borgarstjórin sigur, at áðrenn stóra faklagongan kemur, skulu heiðursportur setast upp, eldur setast í blikkini, og hetta er ein partur av hátíðardáminum á nýggjársøkinum við Sandin.
- Tað er altíð ein stór og hátíðarlig løta, tá faklagongan kemur vestur gjøgnum býin og endar kring bátin á Tríkantinum. Tað er eisini ein kensluborin løta, tá sálmurin - Tíðin rennur sum streymur í á - verður sungin av stóru mannamúgvuni, áðrenn faklarnir verða tveittir í bátin, og stóra fýrverksshowið byrjar.
Borgarstjórin sigur, at fyri nógvar vágbingar er hetta hæddarpunktið av árinum, og tað eru eisini nógv fólk, sum ár um ár leita sær til Vágs at verða saman á nýggjárunum.
Dennis Holm sigur, at tey nakað undan jólum mistu kæru vermammuna, og tí fer familjan við sorgblídni at minnast árið 2019.
- Hon var ein av okkara allar kærastu. Vit hava altíð brúkt nógva tíð saman sum familja og við okkara nærmastu familju. Hóast tað er svárt at missa sínu kæru, so gleðast vit kortini um nógvu og góðu minnini, sum fara at fylgja okkum á leiðini, sigur hann.
Um ætlanir og vónir fyri 2020 annars, sigur borgarstjórin, at hann sum heild er sera positivur av lyndi og hevur góðar vónir um framtíðina. - Eg gleði meg til ríkar løtur saman við familju og vinfólki í komandi ári, bæði her á leiðini, kring landið og uttanlands, sigur Dennis Holm.
Tað er eitt spennandi ár, sum nú liggur fyri framman í Vágs kommunu.
- Fleiri stórar og spennandi verkætlanir eru á breddanum, bæði á ferðavinnuøkinum, skúlaøkinum, pelagiska økinum, innan alivinnu og so framvegis, sigur Dennis Holm, sum vísir á, at onkrar av hesum verkætlanum eru farnar í gongd, og aðrar fara í gongd í 2020.
- Eg gleðist um, at fólk og fyritøkur hava áræði og virkisfýsni til at seta í gongd nýtt virksemi, sum bæði skapar fleiri størv og økt virksemi í nærumhvørvinum. Hesin parturin er jú so týðandi fyri, at tað er liviligt her á staðnum, sigur borgarstjórin.
Vit spurdu eisini Dennis Holm, um hann hevur givið sær sjálvum eitt nýggjárslyfti, nú vit eru komin inn í 2020?
- Nei, eg eri ikki ein av teimum mongu, sum geva nýggjárslyfti, og soleiðis verður heldur ikki í ár, sigur borgarstjórin í Vágs kommunu, sum at enda ynskir øllum - bæði nær og fjar – eitt eydnuberandi nýggjár, samstundis sum hann takkar fyri tað farna.
##med2##












