2018 eitt framúrskarandi ár

- Árið 2018 hevur verið framúrskarandi á tann hátt, at konan gjørdist frísk aftur eftir herviliga sjúku, sigur Poul Færø.

In.fo hevur eisini vent sær til Poul Færø við spurningum um jólini, jólagávur, jólamat og um, hvussu árið 2018 hevur vignast hjá honum. Flestu føroyingar kenna fryntliga mannin við teimum góðu prædikugávunum, sum fáa flestu at steðga á.


Keypir tú jólagávur?

 

- Einasta gávan, eg keypi, er til konu mína. Vanligar jólagávur tekur konan sær av, bæði væl og virðiliga.


Hvar verður tú um jólini, og hvat verður etið jólaaftan og um jólini annars?

 

- Vit vera heima um jólini saman við børnum okkara og øllum teirra. Jólaaftan er gás og dunna. Annars laga vit okkum eftir, hvat barnabørnini dáma væl at eta. Ein av døgunum millum jól og nýggjárs koma vit øll saman, og vit eru mong í báðum giftum.

 

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

 

- Jólini hava stóran týdning, tí tey draga okkum saman um hitt eina, sum hevur allan týdningin, bæði í tíðini sum nú er og í ævinleikanum. Hvørt ár, ið fer, ber meg nærri málinum, trúgvin á Jesus ber boð um. 

 

Hvussu hevur 2018 verið fyri teg?

 

- Árið 2018 hevur verið framúrskarandi á tann hátt, at konan gjørdist frísk aftur eftir herviliga sjúku. Eisini tí, at øll børnini - sjey í tali - liva væl saman við hjúnafeløgum, 14 barnabørnum, og í fjórða liði eru fimm børn. 

 

Hvat var besta upplivingin (størsta hendingin) hjá tær í 2018?

 

- Hitt besta í 2018 er góða heilsan, okkum øllum er givin av Gudi. Størsta hendingin eru børnini, vit fáa, bæði í triðja og fjórða liði. 

 

Hvat var keðiligasta upplivingin í 2018?

 

- Hitt sjáldsamasta við keðiligastu upplivingunum er at fáa alt, ið hendir mær, til at tæna røttum endamálum. Hetta grundi eg á tað, ið stendur skrivað í Róm. Br. 8:28, at alt samvirkar teimum til góða, ið elska Gud, av teirri orsøk, at eg eri kallaður eftir ráði Hansara.

 

Hevur tú sett tær onkur mál fyri 2019?

 

- Hvør einasti dagur, ið eftir er av hesum árinum, saman við 2019, er lagdur inn undir Guds vísa ráð. Í tí vil eg liva í allar lívsdagar mínar. Tí, vit eru smíð Hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum (Efes. 2:10), sigur Poul Færø.