2010 - eitt gott tónleikaligt metár

So eru planetheiðurslønirnar lætnar - sætta árið á rað. Summi eru ovurfegin, meðan summi eru vónbrotin. Tað vil so vera.

- Tað ber ikki til at kappast um tónleik, tí tú kanst ikki kappast um list, verður onkuntíð ført fram.
Og tað er jú rætt, at Planet handanin í grundini er ein kapping, har vit kjósa nakrar vinnarar.
- Men, ber so hinvegin til at siga, - við tað, at vit skulu finna ein vinnara til ymsu handanirnar, seta vit samstundis fokus á alt tað føroyska tónleikalívið, sum heild. Vit tosa um tilnevningarnar, eru samd ella ósamd, og við í kjakið koma eisini nøvn, sum á hesum sinni ikki komu á listan, hóast tey hava staðið seg væl.
Við at ogna føroyska tónleikinum eitt kvøld móti ársloki hava vit somuleiðis eitt gylt høvi at líta aftur á árið og minnast tað, sum hendi.
2010 var eitt gott tónleikaligt ár. Tað var serliga eitt framúr framleiðsluríkt ár. Tað var av sonnum lív í føroysku tónleikarunum, og umframt sera nógvar framførslur, bæði smáar og stórar, so eru ongantíð áður givnar so nógvar føroyskar fløgur út. 2010 var sostatt eitt metár fyri føroyskar útgávur.
Vit kunnu tó eisini staðfesta, at stóra arbeiðið hjá okkara tónleikarum ikki ferð óansað afturvið borðinum. Føroyska fólkið keypir nevniliga eisini tær fløgurnar, sum koma á marknaðin.
Tí umframt, at eitt føroyskt met var sett við útgávum, so toppaðu føroyingar eisini alheims sølulistan. Í 2010 seldu føroyingar nevnliga flestar fløgur pr. íbúgva í øllum heiminum. Vit vóru uppi á nærum tveimum seldum fløgum pr íbúgva í 2010, og tað var langt frammanfyri nakað annað land.
Við hesum Planetinnlegginum vilja vit takka tykkum fyri eitt gott kvøld, tá Planet handanirnar vóru, nógvar góðar framførslur í farna árinum og óteljandi útgávur í 2010.
Vit gleða okkum at uppliva, hvat tit tónleikarar fara at ríka okkum við í 2011.

Eydna Skaale



So var sætta Planet handanin av, og eftir standa nøkur, sum eru vald at vera tey bestu í 2010.