Skulu vit líta frameftir í føroysku oljutilgongdini, so eru tað serstakliga tvey feløg, sum vit bíta merki í. Tey eru italska oljufelagið ENI, sum fer at bora ein áhugaverdan brunn á Anne Marie leiðini tíðliga í vár. Keldur vilja vera við, at serfrøðingar meta tað vera 25% sannlíki fyri at finna olju.
Hitt felagið, sum kemur okkum til hugs, tá tosað verður um eina føroyska oljuframtíð er norska Statoil. Tað er ikki ov nógv sagt, at oljutilgongdin í Føroyum í løtuni liggur í hondunum hjá Statoil, tí felagið er fyristøðufelag fyri helvtina ella seks av teimum 12 loyvunum, sum eru á føroyska langrunninum, og hesi loyvi fevna um eitt nógv størri øki enn hini loyvini tilsamans.
Sum 2009 hevur háttað sær innan oljuleiting í Føroyum, so kunnu vit siga, at í løtuni er alt avgerandi, hvørja avgerð tað eina felagið fer at taka komandi mánaðirnar. Og felagið er Statoil.
BP, Anadarko og Chevron út
Vit hava sæð í 2009, at bæði BP og Anadarko hava tikið seg úr Føroyaøkinum. Tað, sum kanska kom meira óvæntað, var, at eisini Chevron valdi at kasta hondklæðið fyribils í ringin og taka seg úr Føroyaøkinum. Størsta orsøkin sigst vera búskaparkreppan, og at felagið minkaði allar útreiðslurnar við 20%. Líka óvæntað var tað eisini, at Statoil átók sær leiklutin sum fyristøðufelag fyri Chevron í loyvi 008. Nú eru tað umframt Statoil, eisini DONG og OMV, sum eru í loyvi 008.
Tað verður sera áhugavert at fylgja við, hvat hesi feløg við Statoil á odda fara at gera við hetta loyvið. Vit vita, at avgerðin skal takast í januar mánað. Velja feløgini at lata loyvið innaftur, verður hetta eitt stórt bakkast fyri oljutilgongdina í Føroyum. Hinvegin, um feløgini átaka sær at bora ein brunn her, verður tað sera jaligt fyri oljutilgongdina í Føroyum.
Hetta loyvi liggur nevniliga heilt upp at Rosebank fundinum, sum liggur á bretskum øki heilt uppat tí føroyska markinum - bert 8 fjórðingar frá sjálvum markinum. Somu feløg, Statoil, DONG og OMV, eru við á tí økinum eisini. So átaka hesi feløg sær at bora ein brunn føroysku megin markið, kundi mangt bent á, at Rosebank-fundið spennir inn um markið í Føroyum. Bara tann tankin ella staðfestingin er í sær sjálvan sera áhugaverd fyri føroyska oljuleiting.
Møguleikin fyri at Rosebank gongur inn á føroyskt øki, ella at jarðfrøðiligu løgini báðumegin markið eru júst tey somu hevur verið frammi áður. Nú fáa vit so at síggja, um Statoil hevur hesa meting. Felagið er við í Rosebank og situr tí inni við nógvari vitan um alt økið.
Kærkomið
Fyri Føroyar sum heild hevði ein avgerð um at bora í 008 og so tætt upp at einum stórum fundi í bretskum øki verið sea kærkomið, ikki minst nú búskapargongdin ikki er heilt til vildar. At bora ein brunn í hesum økinum, er eisini ein sera stór íløga hjá feløgunum. Tað sigst, at ein brunnur, sum skal borast á hesi leiðini, kostar umleið eina hálva milliard krónur.
Og gera feløgini av at fara undir eina so stóra íløgu, so má tað takast sum eitt stórt framstig fyri leiting á landgrunninum, ikki minst nú fleiri feløg hava tikið seg úr økinum. Ein avtala við Jarðfeingi í januar mánað, tá avtalan gongur út, sigur heldur ikki so lítið um, hvat feløgini vænta sær at finna í undirgrundini.
Vit skulu heldur ikki gloyma, at ENI fer at bora ein brunn í 2010. Átekur Statoil sær at bora ein brunn afturat, til dømis í 2011, so er oljutilgongdin framvegis væl í gongd, og sannlíkindini fyri eini komandi føroyskari oljuvinnu er nógv bjartari.
Hini loyvini
Umframt loyvi 008, so hevur Statoil fleiri onnur loyvi á Føroyaøkinum, har avgerðir eisini skulu fella í 2010, um farast skal víðari við teimum. Har hevur oddamaður í felagnum longu gjørt greitt í samrøðu við Sosialin og Rás2 fyrr í ár, at felagið er sinnað at bora ein brunni inni á landgrunninum. Hetta kann merkja, at í veruleikanum fer Statoil binda seg til at bora tveir brunnar á føroyska landgrunninum komandi árini.
So lítil ivi er um, at árið 2010 verður sera avgerandi fyri eini framtíðar føroyskari oljuvinnu.
Hini fyristøðufeløgini á landgrunninum, sum standa fyri seks øðrum loyvum, eru ENI, Faroe Petroleum og Sagex.