Maersk Line fer at hava sín vánaligasta ár nakrantíð í 2009. Átta stór bingjuskip hjá reiðarínum er løgd og fleiri afturat mugu takast úr drift Berlingske Tidende skrivar, at fraktin, sum skal flytast um heimsins høv, er minkað so nógv, at støðan er vanlukkulig fyri Maersk.
Búskaparkreppan hevur við sær, at fólk keypa minni, og tað hevur so eisini avleiðingar fyri farmaflutningin.
- Vot hava tikið átta bingjuskip úr drift, men vit rokna við, at vit mugu leggja enn fleiri skip í ár, sigur Michael Deleuran, sum er ein av leiðarunum í Maersk Line við Berlingske Tidende.
Summi fraktfeløg eru so sperd, at tey nú bjóða sær at flyta farm ókeypis, um kundarnir gjalda eit serligt brennievnisgjald.