2005 rættiligt ódnarár

Katrina er bara ein av fleiri tropiskum ódnum í Atlantshavinum og Karibiska Havinum í ár, og árið er tað ringasta nakrantíð

2005 hevur longu sett fleiri met, tá tað snýr seg um ódnir og stormar í Atlantshavinum og Karibiska Havinum.
"Dennis", sum herjaði Karibiska Havið tíðliga í juli, var tann fjórði tropiski stormurin í ár, og ongantíð fyrr hava so nógvir tropiskir stormar verið har so tíðliga á árinum fyrr. "Franklin", sum herjaði Bahama-oyggjarnar tann 21. juli, var tann sætti stormurin í røð-ini í summar, og tað var eisini met. "Irena" gjørdi um seg í august sum tann níggjundi í røðini, og so nógvir hava teir tropisku stormarnir ikki verið so tíðliga á árinum fyrr.
Hesaferð er tað ódnin "Katrina", sum ger um seg við Meksikanska Flógvan, men sambært amerikonsk-um veðurmonnum er ódnartíðin minni enn so av enn. Teir vænta 22 tropiskar stormar í Atlantshavinum og Karibiska Havinum í ár, og fáa teir rætt, er tað met, tí tað gamla metið er 21. Tað var í 1933.
Oyðandi
"Katrina" fór í land á amerikonsku suðurstrondini seinnapartin í gjár, og myndugleikarnir bóru ótta fyri stórum oyðileggingum. Millum annað var vandi fyri, at ódnin kundi elva til eina seks metrar høga flóðaldu, sum kundi leggja tað lága lendið við býin New Orleans undir í sjógvi.
Amerikonsku veðurmenninir søgdu í gjár, at "Katrina" kann gera líka stóran skaða sum tær kendu ódnirnar "Gilbert", "Mitch" og "Hugo". "Gilbert", sum var í 1988, verður vanliga roknað sum tann harðasta ódnin nakrantíð, tí tá hon rakti Meksiko, Jamaica og Haiti, var vindferðin 80 metrar um sekundið í meðal.
Tann ódnin, sum hevur kravt flest mannalív, rakti Antillurnar í 1780, har meiri enn 20.000 fólk doyðu. Tann størsta materiella skaðan gjørdi "Andrew", sum herjaði Florida í 1992, og sum gjørdi skaða fyri 27 milliardir dollarar.