2004 tryggasta árið

Í fjør doyðu 428 fólk í altjóða flogferðsluni, og tað er tað minsta talið nakrantíð.

Altjóða loftferðslustovnurin IATA sigur í sínari ársfrágreiðing, at loftferðslan var 15 prosent størri í fjør enn í 2003, og at ferðafólkatalið við flogfeløgunum var 1,8 milliard. Vanlukkurnar vóru esini fleiri. Í fjør vóru tær 103 í tali ímóti 99 árið fyri.

IATA sigur, at talið á flogvanlukkum er minkað støðugt síðani 1996, tá 1.418 fólk doyðu í flogvanlukkum.