Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum er sera áhugaverd grein eftir Onnu Dam, advokat, sum viðgerð ár 2000 trupulleikan frá fleiri áhugaverdum sjónarhornum. Vit fara her at endurgeva brot úr greinini hjá Onnu Dam, so eisini tey, sum ikki hava Internet samband fáa gleði av hesi grein og hennara tíðarvendu áskoðan.
? Seinastu árini er nógv gjørt burturúr og tosað um tann sokallaða ár 2000 trupulleikan. Ein tøkniligur trupulleiki, sum hevur verið ein stór fíggjarlig byrða hjá fyritøkum og stovnum kring allan heim og framvegis fer at verða tað hjá nøkrum eftir ársskiftið. Ár 2000 truppulleikin er í veruleikanum ikki ein trupulleiki. Hetta eiti fevnir um allar teir feilir, ið kunnu koma í teldum og forritum - ja í øllum elektroniskum skipanum, sum nýta tveysifrað árstøl.
? Tá spurningurin um, hvør skal bera hesa fíggjarligu byrðuna, skal svarast, er tað løgfrøðin, sum ásetur rættindi og skyldur av týdningi. Teir løgfrøðiligu spurningarnir í samband við ár 2000 trupulleikan eru nógvir og fløktir, og niðanfyri verður í stuttum nortið við nakrar teirra.
? Á hvønn hátt, og hvussu langt aftur í tíðina kann ein seljari/veitari ella ráðgevi ábyrgjast fyri, at ein telda, eitt forrit, ein skipan ella annað ikki hevur ár 2000 førleika ? Hvat fevnir ein møgulig ábyrgd um ? Hvør kann ábyrgjast? seljari? framleiðari? undirveitari?
Hvussu kann
seljari ábyrgjast
? Sambært keypilógini skal keyparin gera vart við seg áðrenn eitt ár eftir, at ein vøra er útflýggjað, um brek (manglar) eru við vøruni, skal hann ikki missa rættin til m. a. endurgjald. Ein »mangul« í løgfrøðiligum týdningi er, tá ein vøra ikki hevur teir eginleikar, sum keypari og seljari hava avtalað, at vøran skal hava. Ella sum keyparin av røttum hevur gingið út frá, at keypta vøran hevði.
? Tá metast skal um, hvørt ein vøra hevur »manglar«, verður í fyrsta lagi hugt at avtaluni millum keypara og seljara. Millum annað verður hugt at sølu- og veitingartreytum, vørulýsing, vegleiðingum, »garantium« osfr. Í øðrum lagi verður hugt at, hvørjar vónir partarnir av røttum kundu gera sær í samband við avtaluna um vøruna.
? Eingin ivi er um, at er handilin farin fram innan fyri eitt ára freistina í keypilógini, er manglandi ár 2000 førleiki ein mangul, sum gevur keypara ávís rættindi: Hann kann krevja, at handilin skal ganga aftur. Krevja, at tað keypta verður tillagað, soleiðis at tað fær ár 2000 førleika. Og keyparin kann eisini krevja endurgjald fyri tap orsakað av tí manglandi ár 2000 førleikanum.
Ráðgevara- og upplýsingarskylda seljarans
? Hóast tøknifrøðin í dag javnan verður skift út, eru tað nógv, sum hava útbúnað, sum er eldri enn eitt ár. Fleiri teirra koma eftir ársskiftið at staðfesta, at tað, tey keyptu, ikki hevur ár 2000 førleika. Hava tey so ongan møguleika at seta fram nakað krav? Jú, í summum førum hava tey.
? Har seljarin hevur lovað - veitt vissu fyri - at tað selda hevur ár 2000 førleika, kann keyparin seta fram krav móti seljara. Í øðrum lagi kann keyparin seta fram krav móti seljara um so er, at seljarin hevur »svikað«. Til hetta er at siga, at henda støðan vil ikki koma ofta fyri, av tí at tað skal lutfalsliga nógv til, áðrenn tað kann sigast, at talan er um svik.
? Í triðja lagi kann ein seljari ella ráðgevi ábyrgjast eftir vanligum endurgjaldsreglum, tí vøran ella tænastan er ov vánalig. Hvussu langt henda ábyrgd røkkur, er upp til rættin at gera av. Vit kunnu ímynda okkum, at rætturin kemur til ta niðurstøðu, at tað er edv-seljarin, sum er sakkønur og tískil hevur skyldu at upplýsa keyparan um øll viðurskifti, sum hava týdning í samband við keypið. Uttan so, at keypari sjálvur er sakkønur.
? Tað er í einstøkum førum í samband við keyp av edv-útbúnaði staðfest, at tað má verða tann sakkøni, sum má bera ábyrgdina fyri, at ein skipan t.d. ikki megnar tað, sum keyparin hevði roknað við. Hertil er tó at siga, at rætturin - mær kunnugt - enn ikki hevur tikið støðu til ráðgevara- og upplýsingarskylduna hjá teimum, sum selja teldur og telduútbúnað, í samband við ár 2000 førleika.
Fyritreytir
? Metingin av, um manglandi ár 2000 førleiki er ein mangul í løgfrøðiligum høpi, er tengd at nógvum viðurskiftum. Jú nærri avtalan millum seljara og keypara liggur ársskiftinum, tess meir má sigast, at keypari av røttum er gingin út frá, at tað keypta hevði ár 2000 førleika.
? Millum fakfólk er metingin helst tann, at tað, sum er keypt innan fyri trý til fimm tey seinastu árini, eigur at hava ár 2000 førleika. Er hetta ikki uppfylt, er talan um ein »mangul«, sum seljarin kann ábyrgjast fyri.
? Tað øvugta ger seg sjálvandi galdandi, um seljarin hevur upplýst, at vøran ikki hevur ár 2000 førleika. Ella um tað ikki kundi væntast, at vøran fór at halda og verða nýtt eftir ársskiftið og keyparin var greiður yvir hetta. Tann sannroynd, at ár 2000 truppuleikin mest sum ikki var umrøddur fyri nøkrum fáum árum síðani, ber helst í sær, at tað fer at verða sera trupult at fáa endurgjald fyri okkurt, sum er keypt fyri 6-7 árum síðani.
Hvat fevnir
ábyrgdin um?
? Í hesum viðurskiftum, sum í flest øllum øðrum, hevur støddin á trupulleikanum stóran týdning. Seljarin hevur í fyrstu syftu skyldu til, um talan er um ein týðandi brek »manglar«, at royna at bøta hetta. Er seljarin ikki førur fyri at gera tað sjálvur, má hann gjalda tað tað kostar at lata onkran annan greiða trupulleikan.
? Harumframt kann keypari krevja endurgjald fyri skjalprógvað tap orsakað av vantandi ár 2000 førleikanum. Eitt tílíkt tap kann verða trupult at prógva. Endar málið í rættinum, verður úrslitið ofta, at mett verður um tapið, og tá verður eisini hugt at hvussu nógv er goldið fyri vøruna/tænastuna tá hon var keypt, soleiðis at endurgjaldið ofta kemur at standa í eitt ávíst mát við hetta.
Avmarkan av ábyrgd
? Tað er vanligt í sáttmálum um edv-veitingar, at seljari avmarkar sína fíggjarligu ábyrgd. Slíkir »ábyrgdarfráskrivingarklausular« hava gildi, men hóast alt bert til eitt ávist mark.
? Er talan um vanligar standard sølu- og veitingartreytir, sum ikki hava verið umrøddar í samband við handilin, og sum keypari kanska ikki hevur verið greiður yvir hvussu vítt tær fevna, er møguleiki fyri, at hesar verða settar til viks.
Skyldan at
avmarka tap
? Ein av meginreglunum í endurgjaldsrættinum er, at tú hevur skyldu til at avmarka tap títt mest møguligt. Henda regla merkir, at ein, sum keypir edv-útgerð, helst hevur skyldu til sjálvur at kanna ár 2000 førleikan á útgerðini. Ger hann ikki hetta, kann tað bera í sær, at hann ikki fær endurgjald.
? Hvussu stór krøv kunnu setast keyparanum um sjálvur at kanna ár 2000 førleikan er treytað av virkseminum hjá tí einstaka. Hildið verður, at stovnar og fyritøkur, sum hava samfelagsliga týdningarmiklar uppgávur, hava eina víðkaða skyldu til sjálvi at kanna ár 2000 førleikan í skipanum teirra.
Hvør kann ábyrgjast?
? Tá talan er um edv-útgerð og skipanir, er ofta talan um fleiri lið. Ein framleiðari, ein heilsøla og ein vanligur handil - seljarin, sum hevur beinleiðis samband við keyparan. Løgfrøðiliga er ábyrgdin mótvegis keypara í fyrstu atløgu hjá seljaranum sjálvum.
? Spurningurin er so, um seljarin - sum sjálvur hevur keypt vøruna frá einari heilsølu ella framleiðara - skal bera ábyrgdina sjálvur, ella um hann kann skumpa hana víðari til heilsøluna ella framleiðaran. Eru vit innan fyri eitt ára freistina í keypilógini, er ongin ivi um at ábyrgdin kann sendast víðari. Men tá ábyrgdin er íkomin av tvørrandi ráðgeving og vegleiðing til keyparan, er tað ivasamt, um ábyrgdin kann skumpast víðari.
? Høvuðsreglan er, at har sum ráðgevingsskyldan steðgar, steðgar ábyrgdin. Vanliga upplýsir framleiðarin um hvønn tekniskan førleika ein vøra hevur. Í teimum førum har onki er sagt um ár 2000 førleika ella trupulleikar, bendir nakað á, at ábýrgdin kann enda hjá framleiðaranum.
? Ikki er møguligt við almennum gildi at siga hvør í vil bera fíggjarligu ábyrgdina av ár 2000 trupulleikanum. Omanfyri er í stuttum nortið við nøkur viðurskifti hesum viðvíkjandi. Ein ítøkilig meting má tó gerast í hvørjum einstøkum føri. Er ein í iva um egin rættindi og skyldur kann tilráðast at ein søkir sær løgfrøðisliga ráðgeving, skrivar Anna Dam á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.