Ein 2000 ára gamal fast food-diksur er funnin í Pompeii í Italia hevur givið granskarum nýggjar ábendingar um, hvussu gomlu romararnir ótu fyri yvir 2000 árum síðani.
Tann prýddi diskurin er skrýddur við myndum og mynstrum í fleiri litum var sambært BBC longu funnin í 2019. Í gjár varð hann avdúkaður fyri almenninginum.
Matardiskurin, sum eisini er kendur sum eitt thermopolium – greska orðið »thermos« merkir heitt og »poleo« at selja – var romverska mótspælið til tað, vit í dag kalla fast food-veitingarstað, har fólk kundu keypa drikkivørur og okkurt skjótt at eta.
Sambært tíðindastovuni AFP hava tey eisini funnið restir av dunnum, grísum, geitum, fiski og sniglum í smáum terrakottakrummum saman við matardiskinum.
##med2##
Fleiri av ingrediensunum hava eisini verið tilgjørdir saman sum eitt slag av paella – tað er ein spanskur rísrættur við kjøti, fiski, skeljadýrum o.ø. kryddaður við safran.
Knústar rossabønir, sum eisini kunnu brúkast til at broyta smakkin av víni, vóru eisini funnar í botninum av einum av krukkunum.
##med3##
Myndirnar á síðuni av diskinum av millum annað dunnum og høsnarungum hava eftir øllum at døma víst viðskiftafólkum, hvat var á matarlepanum.
Stjórin á fornfrøðiligu lundini í Pompeii, Massima Ossana, sigur við tíðindastovuna Reuters, at fundurin er heilt serligur.
– Tað er fyrstu ferð, at vit grava út eitt heilt thermopolium, sigur hann.
Tann forngamli býurin Pompeii var í 79 lagdur heilt av eldgosinum Vesuv.
Tað liðugt var at goysa, var Pompeii grivið fimm metrar undir pimpsteins- og øskulag. Ein partur av íbúgvunum vórðu varðveiddi, tí teir í tí teir doyðu vórðu huldir í einum slagi av sementi.
##med4##
Tað sær út sum, at fólk í skundi eru farin frá nýfunna fast food-diskinum sambært Massima Ossana. Tað er helst tí, at tey hava merkt ristingar í sambandi við eldgosið, sigur stjórin.
Pompei er umleið 23 kilometrar í ein útsynning úr italska býnum Napoli. Økið er á varðveitingarlistanum hjá Unesco vegna serligan fornfrøðiligan týdning.
Mett verður, at umleið ein triðingur av býnum enn ikki er grivin út.
Pompeii er í løtuni stongdur vegna koronufarsóttina, men letur væntandi upp aftur næsta ár, tá vitjandi eisini sleppa at síggja nýfunna matardiskin.
/ritzau/