2000 á netmøti úr Klaksvík

ALNETIÐ Tað er ikki hvørt mans føri at kunna savna 2000 fólk til eitt kristiligt netmøti, sum er sent úr Klaksvík.

Tað er kortini júst hetta sum fólkini aftanfyri netsendingina hjá Kedes.fo hava upplivað, eftir at virksemið byrjaði av álvara fyri tveimum árum síðani.

- Vanliga eru millum 2 og 300 fólk ið eru inni á okkara heimasíðu, tá vit senda týskvøld. Men vit hava eisini verið heilt uppi á 2000 brúkarum, sigur Rógvi Joensen, sum stendur fyri hesum sendingum.

Sent verður umvegis alnetið bæði við ljóði og mynd, har ein vanliga tekur upp einhvønn andaligan spurning, sum verður viðgjørdur. Her hava fólk – ónevnd – eisini høvið at tjatta við fólkini í studio um spurningar og mál, sum tey eru upptikin av.

Tað eru sjálvandi flest føroyingar, ið lurta eftir hesi sendingini, men teir eru eisini vitandi um, at fólk úr øðrum londum sita fast hvørt týskvøld frá klokkan 21 og úteftir og hyggja og lurta umvegis alnetið.

- Vit hava onkutíð havt vitjandi úr íalt 14 londum, vísir Rógvi Joensen á. Meiri fæst at vita um sendingarnar á heimasíðuni – www.kedes.fo.




FAKTA: Kedes

"Kedesh" er hebraiskt orð sum merkir halgidómur. Í gamla Ísrael var tað so, at hevði ein meinslað ein annan og hetta hevði deyðan sum avleiðing, segði lógin at tað sama skuldi gerast við tann seka.

Men skipaðir vórðu nakrir býir – griðstaðir - har ein sekur kundi flýggja til. Tá viðkomandi kom til býin, skuldi hann stilla seg mitt í býarportrið og leggja sína sak fyri teir elstu í býnum. Teir elstu tóku hann síðani til sín og góvu honum bústað í býnum.

Kedesh, ella Kedes, var tann norðasti av hesum griðstaðum.