Fólkatalið í Runavíkar kommunu knappast um 3800, sum búgva í fimtan búgvum. Tíðliga í morgun vaks fólkatalið við nógvum prosentum – í nakrar tímar. Tað komst av, at tvey skip undir Bahama flaggi løgdu at bryggju í Runavík. Tey eita Braemer og Boudicca. Tað er norska reiðaríið Freed. Olsen Cruse Lines, sum eigur skipini. Samlaða ferðafólkatalið er 1500, og samlaða manningartalið liggur um 500.
Skipini fóru tíðliga í vikuni úr Southampton. Flestu ferðafólkini eru úr Bretlandi. Ørindini á okkara leiðum vóru at síggja sólarmyrkingina í gjár, tá ið skipini vóru einar 180 fjórðingar norðanfyri Føroyar. Sambært havnarmeistaranum í Runavík, so lótu tey væl at, at vánirnar vóru góðar at fylgja við í gjár.
Stutt eftir døgurða í dag loysti annað skipið, og klokkan fimm seinnapartin fer tað seinna avstað. Kósin er aftur til Southampton.
Tor-Shippping við Joan Tórleivsdóttir og Hentzer Steingrímsson í Havn er agentur, og MB-Tours hjá Magna Mouritsen er túroperatørur.