2.000 fólk til vatnkríggið

- Hetta er nokk størsta vatnkríggið, ið hevur verið, sigur John William Joensen.

Leygardagin streymaðu fólk úr øllum landinum til Klaksvíkar, har Føroya Sjómannadagur varð hildin. Fyrireikararnir meta, at eini 5.000 til 10.000 fólk vitjaðu Klaksvík hendan dagin.


- Í heila tikið eydnaðist tað væl. Mett verður at millum 5.000 og 10.000 fólk vitjaðu Sjómannadagin. Vit vita ikki heilt hvussu nógv vóru her, tí vit hava ongan máta at telja tey vitjandi uppá. Alt er ókeypis, so vit selja ongi atgongumerkir, sigur John William Joensen, ein av fyrireikarunum til Føroya Sjómannadag.


Ein av teimum heilt vælumtóktu tiltøkunum á Sjómannadegnum var, tá fyrireikararnir bjóðaðu Fish&Chips og vatnkríggið á vánni.


- Vit hava givið eini 3.500 Fish&Cips bakkar til gestirnar. Fólk stóðu í bíðirøð í tveir tímar, og tá vóru tað fleiri, ið ikki hættaðu sær at standa so leingi. Stóra buffein varð eisini væl vitja, og alt varð eti upp. Eg veit ikki hvussu nógv tons av mati vit hava givið fólki.


- Hetta er nokk størsta vatnkríggið, ið hevur verið. Serliga vóru nógv børn til tiltakið á kaiini. Vit meta at tilsamans, so hava eini 2.000 fólk verið til sjálvt vatnkríggið.


Nógv ymiskt var á skránni, men tað eru serliga tvær løtur, ið John William Joensen er serliga glaður fyri.


- Tað var ein góð løta, tá bestu skip og bátar vórðu heiðraði, og so var tað nakað heilt serligt, tá vit lósu nøvnini upp og mintust tey, ið fóru undir krígnum fyri 70 árum síðani.