Útvið 2.000 fólk hava hendan seinasta mánaðin sæð og hoyrt barna- og ungdómsleikin Kúlla Knút. Leikurin um tann lívliga Knút og hini børnini í teirri tilgjørdu bygdini hevur verið ein succes í einum enda í annan. 20 sýningar fyri fullum húsi eru spældar higartil, og hetta er mestsum óhoyrt í tílíkum høpi.
Bæði leikarar og áskoðarar lata væl at. Nógv arbeiði er lagt í venjingarnar undan leikinum. Tískil hevur tað nógv at siga fyri leikararnar eins og framleiðsluliðið, at fólk hava verið so røsk at vitja.
Leikurin hevur í longri tíð verið útseldur fleiri dagar fram, og fólk mugu leggja sær dagin væl til rættis, um tey eisini skulu fáa vit, hvat tað er, sum er so spennandi í Sjónleikarhúsinum í hesum døgum.
Undir upprunanavninum Bølle-Bob vakti sjónleikurin ? og kanska serliga tónleikurin ? miklan ans í Danmørk. Samlaða sølan av fløgum og bondum er um 350.000. Kendi danski rithøvundurin innan undirhald Gunnar Geertsen hevur skrivað leikrit og tónleik.
Tað var Elin á Rógvi, sum tók stig til at fáa leikin pallsettan í Sjónleikarhúsinum. Saman við Allani Dalsgarð hevur hon eisini umsett sangirnar og leikritið.
Leikurin er fluttur inn í eina tilgjørda føroyska bygd. Í hesari bygd finna vit øll børnini, handilsmannin Blom, hin fitta Una, frú Skund og sjálvandi eisini Kúlla Knút umframt øll hini í bygdini, sum gera hesa bygdina til nakað heilt serligt.
Leikurin er fyri tað nógva tónleikurin. Talan er um lættan tónleik, sum fellir lætt fyri oyruni. Við góðum dialogi er leikurin eisini ein rættur familjuleikur, har øll kunnu fáa nakað burturúr.
Leikurin er higartil settur á skránni tvær tær næstu vikurnar. Hevur tú ikki sæð leikin enn, so mást tú skunda tær.
Atgongumerkini kosta 80 kr. og kunnu keypast í Kunningarstovuni og í Sjónleikarhúsinum.