Legendariski punk bólkurin 200, ið hevur 6 útgávur og ein film á baki, kemur nú fyri fyrstu ferð á konsertvitjan í Tøting.
Fyrsta útgávan hjá 200, við heitinum 200%, kom út í 2001, og hevur bólkurin enn somu manning sum tá. Hóast tónleikurin og ljóðmyndin eru stór og kraftmikil, eru tað einans 3 limir ið mynda bólkin.
Niels A. Galan - Sang og Gittar
Mikael Blak - Bass
Uni Árting - trummur.
Áðrenn 200 koma á pallin, skulu Figment Dwells hita upp. Figment Dwells er ein lutfalsliga nýggjur bólkur, við ungum tónleikarum í Havn. Hesir duga eins og 200 eisini at larma, men hava eisini nøkur stillari løg. Bólkurin hevur eina debut-fløgu í umbúna, ið kemur á marknaðin í næstum.
Figment Dwells er soleiðis mannaður:
Sjúrður Samuelsen - Gittar
Palli Dalsgaard Gittar og sang
Katrin Sigurpálsdóttir Kamban - Bass
Edvin Niclasen - Trummur










