Rundfunk er ein tann best umtókta ungdómsendingin í donskum sjónvarpi, og hevur ofta eitt sindur løgnar og stuttligar vinklar, tá teir lýsa søgur, ella gera samrøður. Tað eru ikki nógv húsarhald í Føroyum, ið síggja TV2, men sambært Ivani Niclassen leiðara á mentanardeildini í sjónvarps partinum í Kringvarpi Føroya, kann talan verða um, at sendingin verður send í føroyskum sjónvarpi. Hetta verður tó ikki gjørt sum samsending.