200 til gudstænastu við skrúvum

Mikudagin í næstu viku kl. 17:30 verður aftur skipað fyri serstakari og barnavinarligari skrúvugudstænastu í Hoyvíkar kirkju.

Tann fyrsta gudstænastan av slíkum slagi varð hildin í farna mánaði. Tá tóku omanfyri 200 børn og vaksin lut.

Nú verður so aftur høvið hjá fólki at verða við til eina slíka gudstænastu, ið serliga vendir sær til familjur við børnum. Men annars eru øll vælkomin.

Henda serstaka gudstænastan er í mangar mátar skipað sum ein vanlig gudstænasta, - hon er bara væl styttri.

Skipanin er hon, at ein fyrst luttekur við ta stuttu og barnavinarligu gudstænastuna, sum varir einar 20-25 minuttir. Síðani fara øll niðurundir í kjallaran til ein døgurðabita, har kókaðar skrúvur eru ein natúrligur partur av menu?ini. Miðað verður eftir at tiltakið er liðugt umleið klokkan 19.

Fyri at hava nóg mikið av mati til øll er neyðugt hjá fólki at tekna seg. Hetta kann gerast umvegis teldupostin: skruvan@yahoo.com, innan týsdagin 26. oktober kl. 12. Tiltakið er ókeypis.