200 út um landoddarnar

Leygarkvøldið er 200 ein av bólkunum, sum framførur á Planet Awards, bólkurin er eisini í uppskoti til planetina fyri besta bólk, ein heiður, ið bólkurin vann í fjør. Tá ljóðførini eru pakkaði niður eftir konsertina, gongur leiðin uttanlands til konsertir í Noregi og á Christiania í februar.

PLANETAWARDS

200 er í løtuni Føroya besti bólkur, henda heiður fingu teir á Planet Awards í fjør, og í øllum førum inntil leygarkvøldið, eiga teir hetta heitið. Bólkurin er aftur í ár í uppskoti til somu planet, og hava tí møguleika at halda fast í heitinum. Tí er tað heldur ikki undrunarvert, at bólkurin verður millum teir, ið spæla á ársins veitslu á Hotel Føroyum leygarkvøldið.

Føroyskur punkútflutningur
Onnur enn føroyingar hava lagt til merkis dygdirnar hjá 200. Í næstum spælir bólkurin 2 konsertir í Noregi og eina á Christiania.Konsertin hjá 200 á Christiania er á legendariska spælistaðnum Loppen. Hetta spælistað hava teir í 200 áður vitjað sum partar av bólki-num Mold.

Størsta skandinaviska tónleikamessa
Konsertirnar í Noregi eru í samban-di við størstu skandinavisku tón-leikamessuna BY:Larm, sum í ár verður hildin í Trondheim. Umframt 200 spælir eisini Eivør Pálsdóttir á By:Larm. Eivør vann heiðurin ársins songkvinna á Planet Awards í fjør og er í uppskoti til sama heiður í ár. By:Larm er eitt slag av messu, har almennar tónleikaframførslur verða sameindar við viðkomandi fyrile-strum, seminarum og kjakfundum, ið eru fyri messugestirnir.Tónleikaprofilurin er í stóran mun norðurlendskir bólkar, ið bjóða umheiminum av.

Ætla at vitja øll norðurlond
Niels Arge Galán sangari og gittar-leikari í 200 segði herfyri, at bólku-rin vónar at framføra í flest øllum Norðurlondum í 2007. Tað er eingin ivi um, at luttøkan á By:Larm kann hjálpa við at røkka hetta mál.

Umheimurin elskar 200
Framførslur á Iceland Airwaves, Nipiaa Rockfestival, í Nasa í Reykjavík, Roskilde Festivalinum, Nordatlantisk Musikfestival, á Spot Festivalinum og í handlinum hjá 12 Tónum í Keypmananhavn, í Vega í Keypmannahavn hava longu sannført nógv útlendsk oyru um, at føroyskur punk/rokkur er nakað heilt serligt. Við stórum og víðagitnum bookingarfelag í rygginum er bólkurin vorðin eitt av teimum spennandi norðurlendsku nøvnunum, ið tey kønu hava eyguni eftir. Við fløguni Graceland hevur 200 lagt seg eftir einum altjóða ljóði og umheimurin elskar tað.