200 í SVF í kvøld

Fyrr í ár spældu 200 og Lama Sea eina frálíka konsert í Gamla Meiarínum, sjónvarpið var á staðnum og tók konsertina upp, fyri nøkrum vikum síðan var konsertin við Lama Sea send, og í kvøld verður tað so 200.


Kl. 23.05 fer Føroya best umtókti rokkbólkur at buldra út í føroysku stovurnar, tað verður sum altíð harður kontantur punkrokkur við eini ferð á 200 km/t, 200 desibel hart og við 200% hjarta. Tað kann vera stoytandi, tað er argandi og ofta sera politiskt, men altíð stuttligt.