Árið 1900 var eitt sjúkligt ár, skriva Føringatíðindi í 1901.
Einans Sørvágssjúkan ger tað merkiligt á tann hátt. Í árinum doyði fleiri merkismenn, sum fyrr eru nevndir í blaðnum.
Fiskiár má árið kallast. Skipsfiskiskapurin var góður, tí prísurin var høgur. Annars var fiskarúgvan ikki so nógv sum teimum góðu árini frammanundan.
Harafturímóti kann árið hvørki roknast fyri fugla- ella seyðaár, men grindaár kann tað kallast. Grind doyði í Vágum, í Vestmanna og »norður í sundi« ? Stórhvalaveiðan var góð. Nærum 200 stórhvalir eru førdir í land í Førjum í árinum.
Óhapp hendi í hesum árinum sum fleiri fyrr bæði á sjógv og landi. Batar fórist og menn fullu, skrivar Føringatíðindi um árið 1900.