200 stóra undirtøku í Íslandi

Føroyski bólkurin 200 vitjaði í Íslandi um vikuskiftið og ferðin varð væl eydnað og fløga teirra er eisini væl umtókt


Fríggjakvøldið leikti føroyski rock-punk bólkurin 200 á barrini Cirkus í Reykjavík. Stúgvandi fult var av fólki og fleiri sluppu ikki innar. Leygarkvøldið leikti 200 á Grand Rokk saman við írska bólkinum The Dudley Corporation og somuleiðis gekk sera væl.
tað er heilt greitt, at 200 eru væl dámdir í íslandi. Føroyska bylgjan byrjað rættuliga við Týr, sum í Íslandi verður róptur superbólkur, og bíðað verður við spenningi eftir nýggju fløguni frá Týr.
Og eins og fleiri onnur, so megna eisini 200 at undir seg nýtt land.
200 skal møguliga aftur til Ísland seinni at leika á tónleikafagnaði og undanvindurin um vikuskiftið ger óivað ikki møguleikarnar fyri hesum verri.
 
200 í Íslandi (Mynd. Ingólfur Júlíusson)