At spæla á G! festivalinum er ivaleyst stórt fyri allar føroyskar tónleikarar. Men at enda festivalin - at seta punktum - sleppur einans ein bólkur. Í ár verða tað so havnapunkararnir úr 200, ið fáa henda heiður.
- 200 á G! er ein klassikari, sigur Niels Arge Galán.
- Eg vænti, at tað verður stuttligt at spæla, og at tað verður ein góð konsert. At enda brakið er veruliga nakað at skula liva upp til, og tað hava vit ætlanir um at gera við manér.
Bólkurin 200 varð stovnaður heilt afturi í 1997, men góvu ikki sína fyrstu fløgu út fyrr enn í 2001. Fyrr í ár góvu teir so út sína sættu fløgu.
- Vit eru toptunaðir til í annaðkvøld. Vit hava spælt fleiri konsertir í ár og eru veruliga samanspældir, sigur Niels, ið ikki hevur verið á palli við 200 á G! síðan 2009.
Tann besta konsertin inntil víðari á G! sambært Niels hevur verið frá einum føroyskum tónleikara.
- Kaj Klein. Hann spældi eina ótrúliga konsert, sum alt ov nógv ikki hava hoyrt. Hann er merkiliga ókendur í Føroyum, tí hann er tann føroyski Bob Dylan, letur úr Niels, ið saman við bólki sínum fer á pall í annaðkvøld á Gøtusandi.