200 á Roskilde Festivalinum

Tá Roskilde Festivalurin verður hildin um mánaðarskiftið juni/juli, verður tað við føroyskum íkasti, 200 var millum nøvnini, ið vóru avdúkaði á tíðindafundi í dag hjá størsta danska festivalinum

Í dag almannakunngjørdi Roskilde Festivalurin 102 nøvn á ársins festivali, millum nøvnini var føroyski bólkurin 200. 200, ið byrjaði í 1995, sum ein roynd at gera alternativan rokktónleik á føroyskum, er veruliga farin at gera um seg uttanlands.
Bólkurin spældi í fjør í Vega í Keypmannahavn, á Århus Festuge saman við Teitur, á Niipia Rock Festival í Grønlandi og á Iceland Airwaves í Reykjavík. Fyri einum mánað sínum varð greitt, at 200 skal á pallin á risa tónleikarídnaðar festivalinum Spot 12 í Århus, og nú er eisini Roskilde Festivalurin komin á skránna.
Við umleið 70.000 áhoyrarum er talan um nógv størsta danski tónleika festivalin, og tað var eisini ein spentan og vælnøgdan Niels Arge Galán, ið vit fingu orð á.
 
<B STRONG dreymur< normal"$?$end$!$Ein>
Niels hevur vitjað Roskilde Festivalin sum áskoðari fleiri ferðir, og tað er eingin loyna, at hetta er ein dreymur, ið er vorðin veruleiki, hjá Føroya størstu rokkstjørnu. Niels greiðir okkum frá, at 200 skal spæla tríggjar konsertir á festivalinum. Men sleppa ikki at spæla inni á sjálvum festivaløkinum. Sjálvt um hetta er fantastiskt, so føli eg alíkavæl, at vit  ikki eru 100% inni á festivalinum., sigur Niels.
Høvuðskonsertin hjá 200 verður týskvøld á Junior Pavallionini, ið er á kamping økinum. Festivalurin letur alment upp hósdag. Men flestu gestirnir seta teltini upp sunnudag og mánadag. Tí er økið á tremur við fólki alla vikuna. Junior Pavallionin er ætlað til sokallaðar up and coming bólkar, og upp til 15-20.000 fólk vitja konsertirnar á hesum palli. Niels vísir á, at hetta verður nógv størsta konsertin hjá 200 higartil, og tað er sera feitt. Hann sigur, at teir eru allir ótrúliga spentir, og síggja hetta sum eina góða lopfjøl.
Umframt hesa konsert spælir 200 tvær aðrar konsertir á einum lastbili, ið koyrir runt á kampingøkinum frá mánadegi til mikudag.
 
<B STRONG < Roses n Guns og Dylan Bob  við normal"$?$end$!$Saman>
Niels gleðist eisini um, at navnið hjá 200 kemur á almennu plakatina og t-troyggjuna, har tað stendur saman við hetjum, sum Bob Dylan og Guns n Roses.
Men hvørjar eru ætlanirnar hjá 200? Niels sigur, at ætlanin altíð hevur verið tann sama hjá 200, at spæla alternativan rokk á føroyskum, og her er einki broytt. Allir limirnir í bólkinum eru pápar við arbeiðum og vanligum útreiðslum og skildum, so teir loypa ikki framav. Tá teir í hálvfemsunum spældu í Mold, livdi MTV dreymurin í hjørtunum. Nú kunnu vit ikki bara pilla av, men um hurðar latast upp, og fólk keypa okkara tónleik, so er tað kul. Vónandi sleppa vit at gera ein konsertferð niður gjøgnum Evropa, onkuntíð, vónar Niels.
 
<B STRONG tónleikin< formar normal"$?$end$!$Føroyskt>
Í mun til Mold eru tekstirnir hjá 200 á føroyskum, og summi meta hetta vera eitt haft um beinið  í royndunum at gera um seg í útlandinum. Men Niels vísur á, at eingin spyr, hví, tá ein amerikanskur bólkur syngur á egnum mali. Vit syngja á føroyskum, tí tað følist erligt- Tú gert títt ting uppá tín máta. Um fólk skilja føroyskt, fáa tey sjálvandi eina ríkari uppliving. Men fyri tey, ið ikki skilja tað, so er orkan og feelið álíkavæl har. Málið er ein pensil, sum vit brúka at mála tónleikin við. Føroykst er orsøkin til, at eingin annar ljóðar sum 200, tað ger okkum til 200.
 
<B STRONG veteranar< normal"$?$end$!$Roskilde>
Mikael Blak bassleikarin í 200 er ein sannur Roskilde veteranur, hann spældi á júst hesum sama palli, ið tá æt Camping scenen við Clickhaze í 2001, og í 2004 slapp hann inn á sjálvan festivalin, tá hann spældi við Teitur. Hetta eru einastu føroysku bólkar, ið hava spælt á festivalinum, síðan pápi Mikal Blak, Kristian Blak og spælimenninir spældu her í sjeyti árunum.
Eisini ljóðmaðurin og 4. limurin í 200, Jónas Bloch Danielsen er Roskilde veteran, hann snaraði knøttunum hjá bæði Teitur og Clickhaze.