Tá ið Jóannes Eidesgaard, løgmaður, setti Shipping Føroyar 2008 fríggjadagin, nevndi hann, at tað í ár eru liðin 200 ár, síðan Nólsoyar Páll doyði Í ár eru liðin 200 ár, síðan Nólsoyar Páll doyði. Keldur siga, at sjógarpurin gekk burtur við skipinum North Star millum lond veturin 1808/1809.
- Nólsoyar Páll bygdi saman við øðrum Royndina Fríðu á Fløtuni Fríðu í Vági í 1804. Hetta var fyrsta skip bygt í Føroyum og átt av føroyingum síðan miðøldina.
Løgmaður segði, at Nólsoyar Páll fram um alt var ein visjónerur maður, sum stríddist fyri at fáa fríhandil í Føroyum.
- Við Royndini Fríðu royndi hann at skapa vinnuvegir og skapa búskaparligan vøkstur í føroyska samfelagnum.
Og løgmaður legði aftrat:
- Men framfýsni hjá Nólsoyar Pálli møtti mótstøðu frá myndugleikunum her á landi, sum beinleiðis løgdu forðingar fyri hansara ætlanum og átøkum.
Jóannes Eidesgaard segði, at framfýsni og royndir hjá teimum, sum nú vilja skapa nýggjar vinnumøguleikar við farmasigling - shipping - skulu ikki møta mótstøðu og forðingum frá myndugleikunum.
- Føroya landsstýri fer nú at taka tey stigini, sum skulu til fyri at skapa neyðugu karmarnar fyri, at shipping-vinnan í Føroyum skal mennast og veksa, segði løgmaður.