200 ár síðan Kielarfriðin

Zakarias Wang
----

Mikunátt verða 200 ár síð­ani núverandi Noreg varð skilt frá okkum sambært frið­ar­sáttmálan í Kiel, sum er dag­settur 14. januar 1814.
Hetta var ásett í einum sáttmála, sum kongur okkara gjørdi við Svøríkis kong. Kong­ur okkara var Noregis kongur, sum samstundis var kongur í Danmørk og eisini stýrdi hertogadømunum Sles­vík og Holstein á mark­inu­m við Týskland.
Hetta ríkjasamband skuldi vera saman um kríggj og frið, og nú hevði okkara kongur verið uppi í einum kríggi, sum hevði fingið ein ringan enda. Hann hevði tapt, og fremmandir hermenn vóru komnir inn um ríkismark. Kongur noyddist at rinda fyri friðin við lata jørð.
Svøríkis kongur kravdi at ríkjasambandið millum Noreg og Danmark varð upp­loyst, soleiðis at Noreg kom saman við Svøríki. 7. januar 1814 gekk Danmarkar kongur við til hetta, og hetta var grundarlagið fyri sam­ráðingunum millum part­­arnar í Kiel vikuna eftir.
Men so hendi nakað óvænt­að. Stórabretland, sum eisini var í kríggi við Noregis og Danmarkar kong, kravdi at fáa ein part burtur av Danmarkar ríki, nevnliga oynna Helgoland, sum er í landsynningshorninum í Norð­sjónum. Hon er lítið størri enn Lítla Dímun, men hevur góða havn, og hesa oyggj høvdu bretar hersett í 1807 og hundraðtals bretskir út­handlar vóru har. Bretar vildu ikki sleppa hesum kravi, og vandi var fyri at hetta kundi forkoma allari friðar­tilgongdini.
Tá var tað, at svenski odda­maðurin, krúnprins­ur­in Karl Johan, skar ígjøg­num og gjøgnum sín sam­ráðingarmann skeyt upp, at Grønland, Føroyar og Ís­land framvegis skuldu vera í ríkjasambandinum við Danmørk. Hetta gekk danski samráðingarmaðurin við til, og hesum fyri at takka eydnaðist at fáa friðar­sáttmálan undirritaðan kl. trý náttini til 15. januar 1815, men dagsetingin var tó dagin fyri, tann 14. januar.