Elin Lindenskov,
býráðslimur www.lindenskov.com
Til barnagarðsøkið eru settar 81.424.000 krónur í mun til 46.482.000 í ár ? íroknað tær 15 milliónirnar, sum landið fyrr hevur goldið. Hækkingin inniber m. a. eina øking av dagstovnatilboðum, soleiðis at umleið 200 børnum afturat fáa pláss komandi ár.
Umframt tey 200 plássini komandi ár byrja 52 onnur børn í nýggjum plássum nú um dagarnar.
Útibarnagarðurin í Framhúsinum til 16 børn lat upp 1. november 2000.
Býlingshúsið millum Gilja til 20 børn lat upp 1. november 2000.
Útibarnagarðurin á Hvítanesi til 16 børn byrjar 20. november 2000.
Útibarnagarðurin í Skótahúsi Sigmund Brestirsonar til 20 børn byrjar 2 januar. 2001.
Býlingshúsið á Ternuryggi til 20 børn byrjar 2. januar 2001
Hesi plássini koma, tí Javnaðarflokkurin hevur leiðsluna í sosialu nevnd og alla tíðina hevur virkað fyri, at barnagarðstørvurin verður nøktaður 100%.Hetta er fyrsta stigið til 100% barnaansing í 2003 í.