200 milliónir at týða til føroyskt og grønlendskt á Fólkatingi

Formansskapurin á Fólkatingi sigur seg ganga ynskinum úr Føroyum og Grønlandi á møta, so tey fýra fólkatingsumboðini sleppa at tosa sítt egna mál á Fólkatingi, men tað verður dýrt. Sera dýrt.

Formansskapurin í Fólkatinginum vil finna eina loysn upp á ynskið hjá norðuratlantisku fólkatingslimum um at sleppa at tosa føroyskt og grønlendskt í Fólkatinginum.

 

Tað er greitt eftir fund í formansskapinum í dag.

Fólkatingið skrivar í tíðindaskrivi, at sambært fyribils kanningum, so fer tað at kosta í minsta lagi 200 milliónir krónur um árið at reka eina tulkaskipan í Fólkatinginum, sum skal týða til grønlendskt og føroyskt.

 

Umroknað til ríkisstuðulin úr Danmark til Føroya, so svarar tað til, at ein triðingur av ríkisstuðulin verður brúktur til at eina tulkatænastu fyri tey fýra fólkatingsumboðini úr Føroyum og Grønlandi.

 

Ríkisstuðulin úr Danmark til Føroyar er í ár 616,8 milliónir krónur. Tí má sigast, at talan er um eina dýra tænastu.

 

Tað var eftir at grønlendska fólkatingskvinna, Aki-Mathilda Hoeg-Dam tosaði á grønlendskum, at kjakið tók seg upp um minnilutamálini á Fólkatingi. Men bæði Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg, føroysku fólkatingsumboðini, hava sagt seg ikki hava máltrupulleikar á Fólkatingi.