flogvøllur
Tosið um at leingja flogvøllin í Vágum hevur leingi verið ígongd, og seinastu tíðina er kanska enn meira ferð komin á tosið. Tosað hevur verið um, hvørt vøllurin skal leingjast 200 metrar, 300 metrar ella kanska enn meira enn tað.
Í løtuni er bara ein operatørur, sum eru fastur brúkariav vøllinum, og stjórin hjá Atlantic Airways er sjálvsagt ikki ósamdur í, at tað er rætt at leingja vøllin.
- Alt annað líka, so vil ein longri vøllur sjálvandi geva eina tryggari atgongd og ein størri regularitet. Men hinvegin er lítið at ivast í, at sjálv innflúgvingin ikki verður stórt øðrvísi. Tú verður framvegis noyddur at flúgva inn yvir antin fjørðin ella vatnið, so akkurát tann parturin verður ikki broyttur stórvegis, sigur Magni Arge.
Cost/benefit
Magni Arge hevur sjálvur fleiri ferðir ført fram, at tað er av stórum týdningi, at tað nú verður meldað greitt út, hvørt vøllurin í Vágum verður longdur, og hvussu nógvum metrum hann verður longdur við. Hetta tí júst sjálvur vøllurin er ein avgerandi fortreyt fyri framtíðar íløguætlanunum hjá felagnum.
Spurdur beinleiðis, hvussu teir kundu hugsað sær eina slíka ætlan, sigur Magni, at hann hledur tað vera hóskandi, at vøllurin verður longdur við eini 200 metrum.
- Tá hava vit ein vøll á 1.450 metrar, og tað er nóg mikið til at taka ímóti teimum miðalstóru flogførunum.
- Sjálvandi kann ein enn størri leingjan geva ein enn størri regularitet og kanska eisini eina betri innflúgving, men hinvegin vil tað eisini vera ein spurningur um, hvussu nógv tú fært burtur úr kostnaðinum, sum eyka metrarnir kosta. Tað verður jú neyvan soleiðis, at tað verður tørvur á at seta nakran DC-10 ella líknandi flogfar her kortini.
- Tí spurningurin vil í seinasta enda jú eisini vera um prísin fyri nýtsluna av vøllinum. Tað er nokk einki at ivast í, at ein størri vøllur kostar meira í rakstri, og so er jú ikki ilt at ímynda sær, hvør skal gjalda tað. Tað verður jú í fyrsta lagi operatørurin og í øðrum lagi kundarnir hjá hesum.