Í dag var fyrsti veruligi dagurin, har beinini og bakparturin fekk seg royndan á súkklarunum á Team Rynkeby Føroyar. Teinurin var yvir 200 kilometrar frá Grob Witnsee til Bremen. Eftir trupulleikar á fyrsta degnum við kósini og punkteringum, so gekk betri í dag.
Les eisini: (Team Rynkeby) Løgmaður koyrdi í ring
Veðrið var av tí besta, tá súkkararnir fóru upp við hønunum. Ferðin til Bremen gekk væl, hóast súkklubreytirnar vóru krókutar í støðum. Fyri fleiri av súkklarunum var talan um longsta einstaka túrin. Tað sást ikki aftur á túrinum, men í kvøld eru tey fleiri, sum eru nakað eym av at hava súkklað í áleið 11 tímar.
Les eisini: Team Rynkeby punkteraði
Í morgin verður farið til Hollands. Rutan er eisini áleið 200 kilometrar, áðrenn komið verður til Holland, har tað verður gist í Enshede.










