200 fáa arbeiðsboð mánadagin

Tey 529 ungfólkini, sum hava teknað seg til at vera við í verkætlanini ?Ung í arbeiði? í summar, fáa mánamorgunin at vita frá Tórshavnar kommunu, um tey hava fingið tillutað pláss ella ikki Hetta verður kunngjørt á heimasíðuni hjá kommununi, www.torshavn.fo.

Tey, sum eru so heppin at fáa arbeiðsboð, fara eisini mánadagin at fáa sms-boð á fartelefonina um hetta.

- Á heimasíðuni kunnu tey síggja, hvønn bólk, tey eru komin í. Í teimum førum, har bólkaleiðari er settur, kunnu tey eisini síggja tað, men enn eru ikki allir bólkaleiðararnir settir, sigur Tórshavnar Kommuna.

Av teimum 529 verða tað umleið 200, sum fáa arbeiðsboð, og tey verða býtt í helvt, so umleið 100 arbeiða í tvær vikur og síðani umleið 100 í aftur tvær vikur.

Frá 29. juni til 24. juli verða hesi ungu ein partur av býarmyndini, tá tey fara at fríðka um og gera ymiskt arbeiði runt um í kommununi.