200 deyð í ódnarveðri í Bangladesh

Melduródnin Alla hevur kravt meiri enn 200 mannalív í Bangladesh, og meiri enn 500.000 eru vorðin heimleys Tað var mánadagin, at melduródnin Alla herjaði Bangladesh, men ikki fyrr enn nú hava myndugleikarnir fingið eina mynd av, hvussu stóran skaða hon hevur gjørt.

Sagt verður, at ódnin hevur gjørt serliga stóran skaða í einum øki tætt við indiska markið, og at hermenn eru á veg at hjálpa fleiri túsund neyðstøddum.

Tað er minni vindur í Bangladesh nú, men tað regnar framvegis illa. Tað nógva avfallið hevur oyðilagt nógva grøði og hevur elvt til vatnflóð og skriðulop nógvastaðni, sigur BBC.