200 Desibel á Planet Awards

Føroya fólkakærastu punkarar, bólkurin 200 spæla á Planet Awards. 200 hava vunnið nógv hjørtu við tí argandi og kontantu punkrokkfløguni, Viva La Republica. Ummælini bæði innanlanda og uttanlanda hava verið sera góð, og á 15 teimum bestu lá bólkurin 9 vikur á ovastu rók.



Niels Arge Galan sangari og gittarleikari í 200 segði í fjør við Planet.fo, at teir høvdu væntað at fingið av grovfílini, fyri freku og argandi fløguna. Men ístaðin vórðu teir nummar eitt á einum hitlista og seldu nógvar fløgur Nú eru teir so eisini í uppskoti til tvær Planetir, og spæla á Planet Awards Galla veitsluni. Føroyar hevur flutt seg. Fólk tykjast at skilja skemtiligu tekstirnar, og børnini elska fløguna. Tað er ivaleyst heldur eingin ivi um, at áskoðararnir á Planet Awards fara at elska bólkin.
 
Men kanska er tað ikki bara Føroyar, sum hava flutt seg. 200 hava eisini flutt seg tónlistarliga, punkurin er ikki líka punkuttur, og fleiri av løgunum eru heldur rokkur enn punkur. Eisini er ljóðblandið av fløguni nógv vakrari. Óli Poulsen og hansara popfingrar, hava altíð dugað at snarað knøttarnar á einum miksipulti á popkendan hátt. Hetta hevur hann eisini gjørt á Viva La Republica.