Um vikuskiftið skal 200 spæla á Iceland Airwaves festivalinum í Reykjavík. Hetta er aðru ferð, at 200 eru bidnir at spæla á hesum festivali.
- Í kjalarvørrinum á ivasomu móttøkuni, sum íslendski forsætismálaráðharrin og kona hennara fingu í Føroyum herfyri, fer 200 at royna at bera í bøtuflaka fyri hetta, siga teir í 200.
- Hóast Jóhanna Sigurðardóttir ikki hevði so nógvar viðmerkingar til hendingina á tíðindafundinum í Føroyum var greitt, at kaldliga móttøkan frá pørtum av okkara poilitisku skipan hevði rakt hana meinari enn hon vildi vera við, siga teir í bólkinum.
- Tí hevur 200 tikið tað á seg at biðja um umbering. Vegna fólkið, landið og tjóðina. Treytaleyst og uttan himpr.
200 heitir við hesum á sendiharra Føroya í Reykjavík um at kunna íslendska forsætismálaráðharran um, at hon og kona hennara eru hjartaliga vælkomnar á 200 konsert í íslendska høvuðsstaðnum leygarkvøldið - og um stundir og høvi loyva tí at eta ein døgurðabita saman við bólkinum, meðan hann er í íslandi.
Eisini vil 200 bjóða Jóhonnu at taka ímóti Riddarakrossinum hjá bólkinum.
Áður hava Magni Laksáfoss, Hergeir Staksberg, Anna Kirstin Thomsen, Felix van den Berg og Jóannes Patursson tikið við hesum serstaka heiður.