Um vikuskiftið verða tvær stórar barnakonsertir. Tann fyrra verður í Løkshøll í Runavík Leygardagin og hin seinna verður í Norðurlandahúsinum sunnudagin.
Báðar konsertirnar byrja klokkan 16.
Barnakórið, sum fer at syngja, er stórt. Tað er mannað við 200 børnum úr skúlum í Eysturoy og í Suðurstreymoy og tey fara at syngja sangir við løgum eftir Jensinu Olsen.
Ein av sangunum er er nýgjørda verkið Kavaflykran, sum er fyri barnakór, solistar og lítið kamarorkestur, sum í hesum føri er mannað við fólki úr Tórshavnar Musikkskúla.
Á konsertini fer Jensina eisini at syngja tveir sangir einsamøll og endað verður við felagssangi.
Tað er Føroya Sanglærarafelag, sum hevur tikið stig til konsertirnar í sambandi við, at 50 ár eru liðin síðan felagið fór at virka.